Ongi úrslit

Hava funnið ov nógv heilsuskaðilig evni í ostakeks

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einum slagi av ostakeks, sum er at fáa í Føroyum. Talan er um »Nordthy Bisquits for cheese« sum ávarað verður ímóti, tí tað er ov nógv av dálkingarevninum, glycidylestre, í teimum.

Tað er ein ávís sending av hesum keksunum, ávarað verður ímóti, nevniliga pakkar við 200 grammum og sum halda sær til 29.08.2026.

Undir framleiðsluni er ov nógv av dálkingarevninum, glycidylestre, komið í keksirnar.

Hetta evni er onkuntíð at finna í ávísum matvørum, serliga har plantuoljur verða hitaðar heilt heitt.

Glycidylestre kann hava heilsufrøðiligan vanda við sær. Talan er ikki um bráðan heilsuvanda, men verður matur við glycidylestre etin í langa tíð, kann tað elva til krabbamein.

Heilsufrøðiliga Starvsstova mælir teimum, sum liggja inni við akkurát hesum keksunum, um at koyra tær í skrell, ella at fara aftur í handilin við teimum.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

Í gjár kl. 22:35

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

Í gjár kl. 09:00

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47

Nógv havnarfólk hava havt vitjan av løgregluni í nátt

16. apríl kl. 07:41

Fara aftur at leggja uppskot fyri Løgtingið um fosturtøku

23 tímar síðan