Ongi úrslit

Hava funnið bilin sum var orsøkin til eitt óhapp í gjár

Nú verður so eisini roynt at finna útav hvør koyrdi hann

Áki Bertholdsen
23. august 2023 kl. 09:20

Seinnapartin í gjár var eitt ferðsluóhapp í Havn, har ein bilur koyrdi  á tveir bilar, sum stóðu parkeraðir fram við vegnum. 

Men bilførarin rýmdi og tí fór løgreglan at leita eftir honum.

Tað varð ikki so ringt at finna hann, tí bilurin misti høgra síðuspegl í óhappinum og tað lá eftir á vegnum.

Tí kundi løgreglan staðfesta, at talan var um ein Citroen C3 frá 2015 og løgreglan sigur, at tað eydnaðist eisini at finna bilin.

Nú verður so málið kannað og í hesum sambandi skal greiða eisini fáast á, hvør koyrdi bilin, tá ið hann rendi á.

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Eg lati ikki ein tekniskan feil steðga mær

21. desember kl. 14:37

Eitt demokrati í kreppu

20. desember kl. 18:48

Nú skulu børn og ung ikki longur sleppa at keypa

22. desember kl. 09:31

Sorry, John Ivar Venned – chat gpt hevur lumpað teg

21. desember kl. 12:43