Bilurin, sum løgreglan sóknaðist eftir í mogun, er afturfunnin.
Talan var um ein bil, sum hevur staðið uttan fyri hjá Wenzel síðani á ólavøku.
Í gjár varð so ringt til løgregluna at melda, at bilurin var stolin, men eingin veit, akkurát nær bilurin er stolin.
Men tað gekk ikki long tíð, áðrenn ringt varð til løgregluna at fortelja, at bilurin stóð parkeraður á stóra parkeringsøkinum í Kirkjubø.
Men eftir øllum at døma er lykilin vekk, tí á Facebook heitir eigarin á tjóvin um at vísa teimum ta beinasemið at leggja lykilin í bilin aftur so at tey sleppa avstað við honum aftur.
Hinvegin vil løgreglan eisini framvegis frætta frá fólki sum kanska vita, hvussu hann er endaður har.