Ongi úrslit

Hava fingið tvey nýggj staðarnøvn í Klaksvík

Hetta er ein miðdepil í Klaksvík - og nú hevur býráðið sett nýtt navn á. Myndin er frá Klaksvíkar kommunu
Áki Bertholdsen
21. august kl. 09:29

Kært barn hevur mong nøvn, plaga vit at taka til. Ivaleyst er tað tí, at flest øll hava eina meining um staðarnøvn í tí umhvøri, tey eru partur av.

Tað halda tey í býráðnum í Klaksvík.

Og tey siga, at vøllurin við Djúpumýru, sum hann oftast verður nevndur, er eitt gott dømi um tað. Men nú hevur Klaksvíkar býráð samtykt at broyta tvey staðarnøvn í Klaksvík.

Annað staðarnavnið er nettupp økið, har vøllurin við Djúpumýru er. Nú eitur tað rætt og slætt til Djúpamýra og leikvøllurin á Másheygg eitur nú rætt og slætt, Másheygur.

Býráðið sigur, at hóast hetta hevur verið galdandi í nakrar mánaðir, verða hesi bæði plássini framvegis kalla alt møguligt, bæði í miðlum og av fólki í síni heild.

Men býráðið sigur, at her eru nøkur dømi um, hvussu Djúpamýra og Másheygur eiga at verða bend:

 Djúpamýra

Hetta er Djúpamýra! Leikvøllurin hjá KÍ

Dysturin verður leiktur á Djúpumýru

Kunning um ferðslu í samband við dyst á Djúpumýru

Másheygur

Hetta er Másheygur! Frælsur ítróttur og minni fótbóltskappingar verða leiktar her

Kappingin verður á Másheygi

Vit møtast á Másheygi

 

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

16 tímar síðan

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

11 tímar síðan

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03