Ongi úrslit

Hava fingið tveir nýggjar stjórar

Frá vinstru eru tey Bára Hansen, Høgni Hansen Tony Rasmussen
Áki Bertholdsen
12. august kl. 11:42

Hjá Poul Hansen hava tey nú umskipað leiðsluna og í hesum sambandi eru tveir nýggir stjórar settir, sum skulu reka fyritøkuna framyvir.

Talan er um Báru Hansen og Tony Rasmussen, sum eru teir nýggju stjórarnir. Høgni Hansen, sum eigur fyritøkuna, og hevur verið stjóri hesi seinastu 35 árini, verður nú arbeiðandi  nevndarformaður.

Virksemið verður nú skipað soleiðis, at Poul Hansen samtakið hevur stovnað eitt nýtt holdingfelag, Poul Hansen Holding, sum síðani fer at eiga tvey ymisk partafeløg.

Annað verður P/F Poul Hansen, ið fer at reka Poul Hansen heilsølu, Gastro, Krás og annað handilsvirksemi, og hitt verður P/F Bryggjubakki, ið fer at fáast við íløgur, fastognir, dótturfeløg og annað virksemi. 

Bára Hansen verður stjóri fyri P/F Bryggjubakki og Tony Rasmussen verður stjóri fyri P/F Poul Hansen. 

Høgni Hansen verður arbeiðandi nevndarformaður fyri P/F Poul Hansen og P/F Bryggjubakki. Bjarne P. Bak, Rodmundur Nielsen og Bára Hansen verða nevndarlimir í báðum feløgunum. 

Poul Hansen stovnaði fyritøkuna í 1927, og hevur hon sostatt skjótt 100 ára á baki. Øll árini hevur fyritøkan verið ein familjufyritøka, og nú verður tað so fjórða ættarlið, sum tekur róður í hond við tað, at Bára Hansen er dóttir núverandi stjóra, Høgna Hansen og langabbadóttir gamla Poul Hansen, sum stovnaði fyritøkuna í síni tíð. Og nú tekur hon so við leiðsluni saman við Tony Rasmussen

Bára Hansen og Tony Rasmussen hava annars bæði starvast i fyritøkuni í nógv ár og hesi seinastu árini hevur Tony verið søluleiðari hjá Gastro.  

Virksemið hjá Poul Hansen hevur verið fjølbroytt og bygnaðarbroytingarnar er tí framdar fyri at gera bygnaðin einfaldari, og fyri at framtíðartryggja fyritøkuna, sigur Poul Hansen í tíðindaskrivi.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Ikki føroyskar gentur

19 tímar síðan

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

9 tímar síðan

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20