Ongi úrslit

Hava aldrin havt so nógvar skaðar sum í fjør

Bara tað eina ódnarveðrið elvdi til 1.300 skaðar

Árið í fjør fer í søguna sum eitt illveðursár, sigur Ingunn Eiriksdóttir, stjóri í Betri Trygging
Áki Bertholdsen
2. apríl kl. 14:45

Betri Trygging kunnger í dag roknskapin fyri í fjør. Og hann vísir, at felagið rindaði 407 milliónir í endurgjøldum fyri skaðar.

Ongantíð áður hevur felagið fingið so nógvar skaðafráboðanir. Hóast hetta vísti roknskapurin eitt yvirskot, eftir skatt, upp á 79 milliónir krónur.

Árið í fjør var avbjóðandi bæði fyri fólk og vinnu, sigur Ingunn Eiriksdóttir, stjóri, í tíðindaskrivi.

Stórir skaðar á sjógvi og landi, umframt ódnarveðrið í januar, høvdu stóra ávirkan á roknskapin, sigur hon.

Tilsamans vórðu næstan 14.000 skaðar meldaðir til tryggindina í fjør. Tað er tað mesta í søgu felagsins. og bara ódnin í januar elvdi til 1.300 skaðar.

Hetta var eitt ár, har ið náttúrukreftirnar vístu sína megi, sigur Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging.

Hon sigur, at árið í fjør fer í søguna sum eitt illveðursár. Í Føroyum vita vit, hvør ið ræður, nevniliga náttúran. Tí vita vit eisini, hvussu alneyðugt tað er við góðari trygging, sigur Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging.

Tryggingarinntøkurnar vóru á 540 milliónir krónur, sum er ein vøkstur upp á 8,2 prosent. Hetta kemst av øktum virksemi, nýggjum tryggingartilboðum, fleiri kundum og prísvøkstri.

– Meginparturin av yvirskotinum stavar tó frá íløgum.

Sum nakað nýtt hevur Betri Trygging goldið 7,5 milliónir krónur í bonus til privatkundar, sum hava biltrygging, men sum ongan skaða høvdu í fjør.

– Ein stórt broyting, sum varð gjørd í 2023 var, at tryggingartakararnir kundu at tryggingargjaldið í smáum hvønn mánað. Altsamt fleiri tryggingartakarar hava hesa skipanina.

Meðan 407 milliónir í skaðaendurgjøldum eru nógvir pengar, stendur felagið óskalað.

Solvensdekningurin hjá felagnum var 273 prosent, og tað vísir, at Betri Trygging er eitt sterkt tryggingarfelag, sigur stjórin.

Niðan fyri er úrslitið hjá Betri Trygging í stórum

Mest lisið hesa vikuna

Ein ungur maður vildi gera av við seg

Í gjár kl. 08:40

Gundadalur fingið eitt skot fyri bógvin.

24. juli kl. 15:05

Vilja koyra Framsókn úr Samgonguni - og fáa Miðflokkin upp í

25. juli kl. 17:15

Peningurin er læstur fastur

23. juli kl. 13:04

Ken er givin í Vágum

23. juli kl. 14:40

Hvat svaraði amerikanski læknin John Johannesen uppá spurningarnar um gíslarnar í Gaza?

26. juli kl. 00:48