Ongi úrslit

Hatta er bara ein kanning – dysturin er ikki spældur enn

Sjúrður Skaale, valevni fyri Javnaðarflokkin
3 tímar síðan

Ein kanning hjá spyr.fo í dag kann geva fólki ta fatan, at fólkatingsvalið longu er avgjørt.

 

Tað er IKKI avgjørt!

 

Also – tað er slett yvirhøvur ikki avgjørt!

 

Valið hevur als ikki verið enn.

 

Dysturin er ikki spældur.

 

Eg havi altíð hildið, at slíkar kanningar als ikki skuldu verið gjørdar beint fyri val, tí tær ávirka úrslitið.

 

Og longu beint eftir at úrslitið av seinastu kanningini varð kunngjørt í dag, tosaði eg við TVEY fólk, sum søgdu tað sama: “Eg hevði ætlað at valt teg, men tú ert longu valdur. Nú velji eg heldur tann, sum eg vil skal vera nummar tvey”.

 

Men eingin er valdur!

 

Vilt tú, at arbeiði sum hevur verið farnu árini skal halda fram – til gagns fyri bæði mentan og vinnulív?

 

Vilt tú hava eina hvassa men virðiliga umboðan?

 

Vilt tú, at Føroyar framvegis skulu hava ein klára rødd í virðiskjakinum?

 

So skalt tú velja ein, sum umboðar hetta.

 

Enn er eingin valdur! 

Mest lisið hesa vikuna

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Føroyskur lærari fær virðisløn

18. mars kl. 18:16

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

21. mars kl. 11:34

Endaliga úrslitið varð at fíggjarlógin gav avlop fjør

20. mars kl. 18:01