Hanus Sørensen verður ikki aftur á HB liðnum í hesum umfarinum. Tað vátta góðar keldur í HB.
FM1 bar í morgun tíðindini um, at Hanus Sørensen fer at landinum at spæla fótbólt, og seinni í morgun visti portal.fo at siga, at landsliðsspælarin nú fer at spæla í Slovenia.
Tíðindini hava verið eitt sindur ymisk um, nær Hanus Sørensen fer at landinum. Nú er tað púra greitt, at Hanus fer ikki at spæla aftur við HB í ár, vita góðar keldur í HB at siga.
Sáttmálin við slovenska felagið NK Celje er galdandi frá fyrsta november. Finalan um løgmanssteypið millum B36 og HB verður leygardagin 2. november, og tá ið tað ikki ber til hjá Hanusi Sørensen at vera við í steypafinaluni, so hevur HB venjarin Adolfo Sormani boðað honum frá, at hann ikki longur er partur av besta HB hópinum.
Mánadagin var Hanus Sørensen millum teir, sum fingu landsliðsboð. Landsdystirnir vera á heimavølli ímóti Armenia og Lettlandi ávikavíst 10. og 13. oktober.