Ongi úrslit

Hanni Bjartalíð fekk Mentanarvirðisløn landsins 2024

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, hevur handað Hanna Bjartalíð, myndlistamanni, Mentanarvirðisløn landsins 2024 fyri avrik síni

Almenna- og mentamálaráðið
23. oktober 2024 kl. 20:08

Í grundgevingini stendur millum annað soleiðis:
Listin hjá Hanna hevur altíð verið serstøk og brotið upp úr nýggjum í føroyskum høpi. Bæði í sínum málariska og skulpturella úttrykki er Hanni Bjartalíð sín egin.
Verk hansara lýsa eina naivistiskt heimliga og humoristiska nostalgi og melankoli. List hansara er skemtingarsom, eyðkennilig fyri okkum øll og setur spurningar um lív og deyða á breddan.
Stóra træklótan, sum listprýðir atrium á Glasi, telist millum høvuðsverk hansara.

Fyri listaligu avrik síni fær Hanni Bjartalíð handað, Mentanarvirðisløn landsins 2024.

Mentanarvirðisløn landsins er 150.000 kr., og hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listaligt avrik.

Les alla grundgevingina HER

Síggj heiðursfilm til Hanna Bjartalíð frá Jan Andersson HER

Mest lisið hesa vikuna

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

Í gjár kl. 09:13

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

11. desember kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

12. desember kl. 09:55

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14