Ongi úrslit

Hamas fær freist til sunnudagin

Helviti fer at bróta út

© BBC
Jóhanna Højgaard
3. oktober kl. 19:34

Dagført kl. 21.00! Hamas sigur í eini fráboðan sambært Reuters, at tey eru til reiðar at samráðast um smálutirnar í eini friðaravtalu, teir vilja trekka seg úr Gaza, geva upp alla makt og leiðslu, og harumframt lata allar gíslar leysar, deyðir sum livandi.

Í einum uppslagi á hansara egna sosialu miðli "Truth Social", skrivar amerikanski forsetin Donald Trump, at Hamas hevur inntil sunnudagin klokkan18.00 lokala Washington D.C. tíð, sum er kl. 23.00 føroyska tíð, at taka undir við uppskotinum um friðaravtaluna sum hann og Netanyahu løgdu fram mánadagin.

Um Hamas ikki góðtekur ætlanina, hóttir forsetin við at:

-So fer helviti at bróta út á Hamas, sum eingin nakrantíð hevur sæð áður, sum hann tekur til.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta er national skomm

5. desember kl. 18:11

Flytur úr Sambandsflokkinum og í Miðflokkin

5. desember kl. 17:36

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

9 tímar síðan

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

Í gjár kl. 09:38

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Nakrir løgtingslimir afturat fingið hóttandi boð tí at teir atkvøddu fyri fríari fosturtøku

7. desember kl. 09:38