- Eg havi hildið halloweenveitslur í 10 ár, sigur Eiler Fagraklett. Tær hava higartil allar verið á Signabø ella í Kollafirði, men í ár varð árliga veitslan flutt til Gamla hotellið í Miðvági.
Eiler var í ár boðin at koma vestur, at prýða hølini og skipa fyri halloweenveitslu á staðnum. Tað var Marit J. Magnussen, sum eigur og rekur hotellið, sum bað hann hjálpa at fáa lív í húsið millum summartíðina og jólini.
- Veitslan byrjaði sum ein umbering hjá mær at prýða til halloween, sigur Eiler og heldur fram, Samstundis skuldi hon kunna savna samsint skapandi fólk, sum onkursvegna ikki tóku seg sjálvan alt ov hátíðarliga og tímdu at klæða seg út. Einasta kravið fyri at luttaka í veitsluni var tí, at man skuldi verið grýluklæddur. Tað hava flestu luttakarar eisini gjørt til UG síðani fyrstu veitsluna.
Tá vit byrjaðui, var tað ikki serliga vanligt at gera nakað burturúr halloween í Føroyum. Okkara var nokk ein av teimum fyrstu slíku veitslunum fyri vaksin fólk. Men tað er broytt nokkso nógv síðani. Summi fólk hava verið við øll árini, meðan onnur fella frá og onnur leggjast afturat. Tað kemur an uppá hvussu 31. oktober liggur fyri hjá teimum innbjóðaðu.
Eiler fortelur, at oftast er tað fólk sum ikki kennast serliga væl áðrenn veitsluna ið luttaka. Tey hava tá møguleika at hittast og læra hvønn annan at kenna yvir útskorin graskar, skelettir og grýlubúnar. Tað ókenda er eisini ein stuttligur partur av tí heila. Bæði at finna út hvat onnur fólk eru farin í, og hvør hinir gestirnir eru.
Myndir: Veingir, AVA Photography og Eiler Fagraklett