23 ára gamli føroyingurin, Hákun West av Teigum, hevur longt sáttmálan við Füchse Berlin.
Tað kunnger týska felagið á sosialu miðlunum í kvøld.
Føroyski lyklaleikarin á landsliðnum er uppvaksin í H71, og flutti í 2020 til Skanderborg Århus í bestu donsku hondbóltsdeildini. Í 2023 gekk leiðin til Füchse Berlin í fremstu týsku deildini, har Hákun West av Teigum fer at spæla til í øllum førum 2028.
Füchse Berlin er við 56 stigum eitt stig frammanfyri verandi meistararnar, Magdeburg sum hevur 55 stig. Melsungen hevur 53 stig á triðja plássinum.
Füchse Berlin skal bert vinna ein dyst afturat fyri at tryggja sær meistaraheitið í týsku bundesliguni.