Ongi úrslit

Hægri loft á endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku

Hetta fer at geva familjunum størri frælsi at skipa seg, sigur landsstýrismaðurin í almannamálum Eirikur í Jákupsstovu

Jóannes Hansen
3 tímar síðan

Hósdagin samtykti eitt einmælt løgting lógaruppskotið, sum hækkar hægst møguliga endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku úr 27.779 krónum í 31.000 krónur um mánaðin, umframt frítíðarløn og bundið eftirlønargjald. Endurgjaldið hækkar 1. januar 2026.

Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku verður veitt í sambandi við ansing av barni við varandi sjúku ella breki, tá persónur við seinaheilaskaða verður ansaður í heiminum, ansing av doyggjandi undir fólkapensjónsaldri, og tá barn yngri enn 18 ár doyr ella er deyðføtt.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

Í gjár kl. 09:17

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík

11. november kl. 12:41

Útselt á sjálvum upplatingardegnum

11. november kl. 21:00