H.A.Djurhuus: "Tú undrast, at eg ei sat í kirkjuni og bíndi"

Lesarabræv um staðseting av nýggjari kirkju á Argjum

Karin Kjølbro
18. november 2021 kl. 11:50

Tað munnu verða minst tíggju ár, síðani 800 argjafólk gjørdu vart við, at tey vildu ikki av við fríøkið millum Sandá og Støðlagøtu, og heittu á kirkjuráðið um at finna annað stað til eina nýggja kirkju.

Seinastu dagarnar hava vit í morgunútvarpinum hoyrt fólk gera vart við tað sama. Nú er verkætlanin klár at fara undir - einans mentamálaráðið er eftir at avgreiða tað.

Urd Johannesen vísti á í gjáramorgun, at 1.300 fólk hava undirskrivað mótmælisskriv i samband við staðsetingina av nýggju kirkjuni  á Argjum við heitinum:

Varðveitið fríøkið við Sandá.

Umframt nærum 70 sløg av plantum, so eru avbera vakrir klettar og steinar, ið eru varðveitingarverdugir.

Skilti eg søguna rætt, so hevur Tórshavnar Býráð víst á hetta øki í síni tíð (Argir kom undir Havnina 1997). Hetta er provokerandi. Hugsa vit um fríøki á Argjum, so er avbera soltið. Hugsa vit um illa gongd fólk, ið búgva á gomlu Argjum, og sum kanska ikki síggja væl, so er vandamikið at ganga eftir Argjavegnum. Gongubreytirnar eru vandamiklar. Nógvir kantar í ymiskari hædd, og óslætt og holut gongubreyt. Fyri hesi er sálarbót og tryggleiki at finna á fríøkinum við Sandá og at ganga fram við ánni niðan í Havnadal.

Tað er burturvið at tosa um, at nýggja kirkjan, sum í míni verð ikki minnir um eina kirkju, fellur væl inn í landslagið – og við nógvum parkeringsplássum aftrat.

Verðandi kirkja á Argjum stóð liðug í 1974. Ætlanin var at byggja eitt bygda- og missiónshús, men so fann onkur uppá, at tað bar til at gera tað til eitt kirkjurúm við altari, prædikustóli og doypifunti. Har skuldi bara dragast fyri í gerandisdegnum. Og haraftrat kundi triðingurin av útreiðslunum fáast frá landinum (Hetta fekk eg at vita, tá eg flutti higar). Tá var Argir sjálvstøðug kommuna. Í onkrari frágreiðing stendur, at pláss er fyri 300 fólkum í Argja kirkju. Tá nýggja kirkjan var umrødd av stigtakarum, so varð sagt, at tað vóru so mong, sum ikki kendu seg aftur í Argja kirkju. Tað kann eg vátta. Eg síggi beint niðan á inngongdina í Argja kirkju úr køksvindeyganum. Hugsi mangan um, hvussu óhugaligt tað man vera at vera prestur har, tí tað eru so ógvuliga fá fólk, sum ganga har. Eitt av argumentunum til nýggja kirkju var eisini, at har eru ongi parkeringspláss. Tað eru tað heldur ikki til Dómkirkjuna, Ebenezer og City Church og kortini verður har væl vitjað. Og sami bussur koyrir av Argjum fram við Vesturkirkjuni og omanfyrinevndu kirkjum, eisini beint uttanfyri Hoyvíkar kirkju.  Tað eg veit, er gott rúm fyri fleiri fólkum í øllum nevndu kirkjum. Og ikki er tað so sjáldan, at eg møti argjafólkum har.

Í mínari verð er tað halgibrot at taka frílendi við Sandá.

Tíðir og siðir broytast. Neyvan hevði nakar ímyndað sær, at nýggju Argir skuldu byggjast á Hamrinum og longri uppi. Lendið er eisini uttanfyri Argjaboða, eins og uttanfyri Skúlan á Hamarinum. Haraftrat kundi tað verið ein framúr staðseting við eini kirkju, har gamli Argja skúli hevur verið og sum nú hoyrir undir Skúlan á Fløtum. Ikki langt frá, at Argja skúli og Argja kirkja eru javngomul, so áðrenn vit vita av, skal skúlin eisini endurnýggjast. Tórshavnar kommuna, ið plagar at vera so kreativ bæði so og so, átti at duga at víst førleika til at loyst hetta. Eisini áttu tey at duga at sæð fram í tíðina, tá farið var undir útbyggingina av húsum og íbúðum á Hamarinum. Tað krevur ikki nógva  nýhugsan, at koma til hugs, at eisini skuldi gerast pláss fyri eini kirkju har.

Heitið á hesi grein vísir til frálíku yrking Hans Andriasar Djurhuus um andaliga týningin av náttúruni.

Hann var eisini sorgarbundin, tá lok var lagt á Havnará.

Verður fríøkið við Sandá tikið, so kundi hent seg, at somu klóku heilar koma til ta niðurstøðu,  at neyðugt verður at leggja lok á Sandá.