Gunnhild Dahl Niclasen tók mikudagin við starvinum sum umhvørvisleiðari hjá IRF.
Gunnhild er útbúgvin MA í Humanvistfrøði á Lunds Universtiteti og Bachelor í stjórnmálafrøði á Setrinum. Hon kemur úr einum lærarastarvi á Tekniska skúla í Klaksvík, har hon hevur undirvíst í samfelagsfrøði.
Umframt at hava skrivað bókina Matur – okkara virðismikla tilfeingi, hevur Gunnhild hildið nógvar fyrilestrar um burðardygd, umhvørvistrupulleikar og matoyðsl seinastu árini. Hon hevur eisini fyriskipað umhvørvistiltøk fyri kommunur og áhugafelagsskapir.
“Eg eri sera glað fyri møguleikan at royna meg sum umhvørvisleiðara hjá IRF. Eg havi stóran áhuga í umhvørvinum og haldi tað vera sera spennandi at arbeiða við, hvussu vit í størst møguligan mun kunnu minka um ruskmongdirnar og gagnnýta tilfeingið skilabetri.
Saman við dugnaligu starvsfólkunum hjá IRF, verður tað spennandi at vera við til at føra IRF víðari fram á grønu kósini, at minka um CO2-útlát okkara og at flyta føroyska samfelagið nærri ringbúskapinum.”