Grindamannafelagið má fáa fleiri limir

Yvir 1.000 fólk eru skrásett at vera limir í Grindamannafelagnum - men tað er bara ein brøkparur, sum rindar limagjald

Áki Bertholdsen
27. apríl 2024 kl. 13:14

Tað er ein stórur trupulleiki, at tað eru so fáir betalandi limir í Grindamannafelagnum. Tað kom fram á aðalfundinum seinasta leygardag.

Esmar Joensen, formaður, sigur, at tað eru yvir 1.000 fólk, sum eru skrásett at vera limir í Grindamannafelagnum.

Men tað eru bara gott 100, sum rinda limagjald og tað svarar til, at tað eru bara sjálvir grindaformenninir, og so nøkur heilt fá afturat, sum rinda limagjald felagnum 

Esmar Joensen sigur, at hetta merkir, at felagið er fíggjarliga veikt, og tað er ein stórur vansi í arbeiðnum. Hann vísir á, at tað er nógv virksemi í felagnum, eitt nú fundir við myndugleikar av ymsum slagi.

Og harumframt er tað eitt ótal av útlendskum fjølmiðlum, skúlum, stovnum, og einstaklingum, sum venda sær til Grindamannafelagið við umbøn um viðtalu, fundir, upplýsingar, ella hjálp í aðrar mátar.

Virksemið er so stórt, at tað meiri enn nevndarlimirnir, sum allur eru sjálvbodnir, og óløntir, makta og tí er tað ikki so sjáldan, at tey mugu vísa umbønum aftur.

Formaðurin sigur, at helst hanga allir hesir gomlu limirnir við frá í fyrstuni. Men tað stóðst so nógv arbeiðið av at krevja limagjaldið inn, at tey hava gjørt av at gera tað talgilt. Tí skulu fólk melda seg í felagið av nýggjum - og tað eru altso ikki meiri enn gott 100, sum hava gjørt

Tað merki, at fólk kunnu fara inn á heimasíðuna hjá felagnum, gmf.fo og tekna seg sum lim. Tað er ómakaleyst - men tað er neyðugt at brúka vangan og formaðurin heldur, at tað er kanska tíð, at ikki er fleiri limir í felagnum.

Men tað ber eisin til at seta seg í samband við felagið fyri at fáa hjálp til at melda seg sum lim.

– Tað er sera umráðandi at tað eru so nógvir limir, sum gjørligt, sigur formaðurin. Tí heitir hann eisini á fólk um at reka fyri at fáa fólk at melda seg í felagið.