Ongi úrslit

Grímur og Terji aftur á ting

Áki Bertholdsen
21. oktober kl. 11:17

Hesa næstu tíðina fara tveir varamenn at taka sæti á Løgtingi. Tað hendir eftir tveir tingmenn, Árni Skaale úr Fólkaflokkinum og Henrik Old úr Javnaðarflokkinum, hava biðið um farloyvi.

Árni Skaale verður í farloyvi í tríggjar vikur, til tann 15. oktobur, men Henrik Old fer í farloyvi í óásetta tíð.

Sostatt hava varamenninir hjá teimum nú tikið sæti á Løgtingið.

Fyri Fólkaflokkin er tað Grímur Sundstein.  Hann hevur havt sæti á Tingið áður sum varamaður, og nú verður hann  aftur á ting.

Fyri Javnaðarflokkin máttu tey longur niður a listan.

Fyrsta varafólk hjá Javnaðarflokkinum er Birita Matras Petersen, men hon hevur boðað frá, at hon tekur ikki við tingsessi aftur í hesum valskeiðnum.

Annað varafólkið er Magna Eliana Mørkøre, men hon fær heldur ikki møtt.

Og sostatt hevur triði varamaðurin hjá Javnaðarflokkinum, Terji Beder tikið sæti á tingi. Eisini hann hevur verið á tingi áður.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39