20 ára gamla Greta Thunberg setur nú orð á hendingina í týsku bygdini Lützerath í gjár, har Thunberg saman við øðrum veðurlagsaktivistum varð burturførd av týsku løgregluni.
- Umhvørvisvernd er ikki eitt brotsverk, skrivar Greta Thunberg millum annað á Twitter.
Thunberg bleiv sambært Reuters leyslatin stutt eftir hendingina.
Týska bygdin, Lützerath, skal eftir ætlan niðurleggjast so pláss verður at útvinna kol, sum skaðar umhvørvið tá tað verður brent.