Fleiri kommunur eiga at verða lagdar saman fyri at fáa størri og fíggjarliga sterkari kommunur.
Tað er greiði boðskapurin hjá Búskaparráðnum til myndugleikarnar.
Ráðið sigur, at tað fer at gera kommunurnar effektivari at reka.
Eitt, tey serliga hugsað um, er eldraøkið.
– Bygnaðurin á eldraøkinum við eldrasamstørvum er ikki nøktandi, tí hann ger tað trupult at leggja langtíðar ætlanir og gera neyðugar raðfestingar, sigur Búskaparráðið.
Ein eftirmeting er gjørd av eldraøkinum og hon vísir, at royndirnar hjá teimum ymsu eldrasamstørvunum eru ymiskar.
Summi samstørv hava riggað væl, men aðrastaðni gongur samstarvið illa.
– Eldrasamstørvini avmarka møguleikan hjá kommunum at raðfesta ímillum vælferðarøki og aðrar kommunalar uppgávur.
Eftirmetingin vísir eisini á, at í roynd og veru liggur eldraøkið uttanfyri kommunurnar, og tí er vandi fyri, at ábyrgdarkenslan av økinum tí fánar.
Í eftirmetingini verður mælt til at kommunurnar leggja saman, soleiðis at betri samsvar verður ímillum støddina á kommununi og uppgávurnar, ið kommunan skal røkja.
– Búskaparráðið tekur undir við, at kommunurnar skulu leggja saman fyri at fáa størri og fíggjarliga sterkari kommunur - og eisini fyri at gera kommunuraksturin effektivari.
Ráðið leggur kortini dent á, at hetta kann tó ikki standa einsamalt, tí tað eru framvegis øki í landinum, har tað fer at vera ringt at reka og fíggja eldraøkið í framtíðini.
– Verður fíggingin ikki broytt, verður avleiðingin helst at tænastustigið á eldraøkinum verður ójavnt kring landið.
Sostatt má fíggingarleisturin eisini endurskoðast. Men ein annar møguleiki er at leggja eldraøkið undir landið aftur, heldur Búskaparráðið.