Ongi úrslit

Gransking: Børn sum fingu fisk mentu seg betur sosialt

Børn, ið fingu fisk tvær ferðir um vikuna, mentu seg betur - bæði sosialt og kensluliga - samanborið við børn hjá mammum, sum ikki fingu fisk

Sigurjón Einarsson
15. mai 2021 kl. 09:00

Nýggj norsk kanning, sum varð almannakunngjørd 29. apríl, vísur, at børn hjá mammum, har mamman át fisk tvær ferðir um vikuna, meðan tær bóru barn undir belti, mentu seg betur sosialt og kensluliga, samanborið við børn hjá mammum, har mamman ikki át fisk, meðan hon bar barn undir belti.

- Tað er ein lítil munur, men vit síggja, at tað er ein munur á, ið týðir á, at børn hjá mammum, har mamman át meiri fisk, meðan tey bóru barn undir belti, mentu seg betur sosialt og kensluliga, sigur granskarin og sálarfrøðingurin Ingrid Kvested, ið arbeiðir fyri RKBU Vest - regionalt kunnskapssenter for barn og unge, sum er partur av NORCE (Norwegian Research Centre).

Tað skrivar norski havgranskingarstovnurin, eftir at ein grein um hetta evnið er almannakunngjørd í kenda føðitíðarritinum “The Journal of Nutrition”.

Í alt luttóku 137 kvinnur, ið vóru við barn, í kanningini, har tann eini bólkurin fekk tosk til døgurða tvær ferðir um vikuna í 16 vikur, meðan hin bólkurin fylgdi vanliga kostinum.

Niðurstøðan í kanningini er, at børn hjá mammum, har mamman át fisk tvær ferðir um vikuna, mentu seg betur sosialt og kensluliga, samanborið við børn hjá mammum, har mamman ikki át fisk tvær ferðir um vikuna. 

Víðari skrivar stovnurin, at sosiala menningin hjá teimum sum fingu fisk sást aftur í mátanum, hvussu tey vóru før fyri at ugga seg sjálvi ella hvussu tey samskiftu við onnur, sum til dømis at smílast ella gera ljóð.

Saman við øðrum granskarum hevur Ingrid Kvested kannað menningina av børnunum í kanningini, tá tey vóru tríggjar, seks og ellivu mánaðir.

- Vit síggja, at tað er ein lítil munur á børnunum, men tað týdningarmikið at vísa á, at øll børnini eru innanfyri tað vanliga talstrekkið fyri smábørn í Norra hesum viðvíkjandi, sigur granskarin og sálarfrøðingurin.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta skulu suðuroyingar aldrin uppliva aftur

13. sepember kl. 15:42

Ávaring frá løgregluni: Fuglfirðingar skulu lata vindeyga og hurðar aftur

12. sepember kl. 18:10

Marta Ellefsen og floksfelagar sleppa ikki úr hotellinum

11. sepember kl. 21:55

Elsa Berg, borgarstjóri, sett skák mát av umsitingini

Í gjár kl. 09:44

Ruth Vang ger bara tað, sum hon er sett í verðina til sum landsstýriskvinna í fíggjarmálum

13. sepember kl. 18:52

Tikin fyri rúsdrekkakoyring - tvær ferðir upp á eina løtu

14. sepember kl. 09:18