Ongi úrslit

Goyma fyri at kunna brúka

Skal streymveitingin verða støðug, so má orka vera tøk, tá ið brúk er fyri henni, sigur Heri Mortensen, framleiðslustjóri hjá SEV

Ólavur Waag Høgnesen
13 tímar síðan

At gera ein ravmagnsskipan til eitt heilt samfelag - húsarhald, virkir osfr. - er ein samansett og torgreidd uppgáva, tá ið vit fara í smálutirnar. Tað, sum ber til í dag og sum kann hugsast í dag, er úrslitið av øking av vitan og menning av tøkni seinastu 200 árini ella so.

Men tann stóra myndin er einføld!

Náttúran hevur orku í sær, vindurin og áin t.d., men ikki streym! Men orkan frá teimum kann umbroytast til streym, ravmagn. Men vit mugu gera eitt millumlið, sum ‘loftar’ orkuni, áðrenn vit kunnu tendra ljósið ella strúkijarnið heima við hús.

Størsta avbjóðingin
«Veðrið hevur tú ikki í hondini», søgdu tey gomlu, so hvørki vindurin ella áin spyr eftir, nær vit hava brúk fyri streymi heima við hús. 

- Her nerta vit við ta størstu avbjóðingina, sum SEV hevur í dag: hon er at goyma orkuna, so hon er støðug, t.v.s. tøk til at framleiða streym, tá ið tørvur er á tí, sigur Heri Mortensen, framleiðslustjóri hjá SEV.

Vatnið í áunum var orkukeldan, tá ið vit fingu ljós yvir landið fyri umleið 100 árum síðani. Men vatnnøgdin er skiftandi: tað kann sirma, regna, vera áarføri, turkur, osfr. Ikki serliga støðugt. Loysnin var byrgingar, har vatn varð goymt.

Fleiri orkukeldur
- Vatnbyrgingarnar syrgja fyri, at orka alla tíðina er tøk, tí tøka nøgdin altíð er størri enn tørvurin, sigur greiðir Heri Mortensen.

Seinastu mongu árini eru aðrar orkukeldur enn vatn komnar inn í myndina – fyrst og fremst vindur (vindmyllur), men eisini sólarorka (sólarpanel). Heri Mortensen sigur, at stóra avbjóðingin er, hvussu vit goyma hesar orkukeldurnar.

- Um tað flýtur yvir í einari vatnbyrging, so er møgulig – potentiel – orka farin fyri skeyti. Taka vit vindorkuna sum dømi, er poengið tað sama: vindmyllurnar mala, men um goymsluorkan er avmarkað, so fer vindorka fyri skeyti, greiðir framleiðslustjórin frá.

Heri Mortensen sigur, at grøn brennievni, amoniakk og metanol, eru ein framtíðarloysn, men hesi vera ikki ein reellur møguleiki fyrr enn út ímóti 2050. Orðaskiftið hevur tí snúð seg um tveir goymsluhættir, pumpu-skipanir ella battarí-skipanir, upplýsir Heri Mortensen.

Pumpuskipanin er besta loysnin, men …
- Ein pumpuskipan virkar soleiðis, at tú hevur eina vatnbyrging niðanfyri høvuðsbyrgingina, og so verður vatnið í niðaru byrgingini pumpað niðan í ovaru byrgingina, tá ið trot er á vatni, greiðir framleiðslustjórin frá.

Eyðvitað kostar tað at pumpa vatnið niðanaftur, men ikki meira enn so, at tað loysir seg. Tá ið alt verður tikið við, so er hetta ódýrari mátin samanborið við battarískipanir.

- Um vit gjørdu eina pumpuskipan í Vestmanna, sum kundi goyma nóg mikið av streymi til at tryggja nóg mikið av streymi til alt meginøki, so hevði hon kostað tvær milliardir krónur. Skuldu vit vit havt eina battarískipan, sum megnaði tað sama, so hevði kostnaðurin verið seks milliardir krónur, sigur Heri Mortensen og leggur afturat, at livitíðin er 60 ár fyri eina pumpustøð og 20 ár fyri eina battarískipan. 

… arbeiða við battarískipanum
So skuldi valið verið einfalt, men kortini var pumpuloysnin vald frá fyribils fyri einum ári síðani.

- Orsøkin var, at íløgan, her-og-nú kostnaðurin, er so stórur, at eigarin av SEV - kommunurnar - ikki vóru sinnaðar at gjalda hann, sigur framleiðslustjórin, ið eisini upplýsir, at pumpuloysnin er ikki slept og at í SEV-høpi verður roknað uppá hana eins og kannað verður, um hon kann fáast niður í prísi.

Í verandi støðu verður tískil arbeitt við at menna battarískipanir í meginøkinum, sum kunnu goyma orku frá vindmyllum. Skipanin er einføld: er nógvur vindur, so framleiða myllurnar meira streym enn tørvur er á, og hann verður goymdur í battaríum; er ov lítil vindur til at veita nóg nógvan streym, so framleiða battaríini streym til brúkararnar. 

Kunnu goyma streym til ein tíma til alt meginøkið
Battarískipanin er góð, tá ið ræður um vind, men tað er tó eitt mark fyri, hvussu nógv kann goymast – ikki so nógv tekniskt, men heldur fíggjarliga:

- Skal orka goymast til meira enn 2-3 tímar, so verður battarískipanin alt ov dýr. Skal tað vera fíggjarliga haldført, so kunnu vit í battaríum goyma orku, ið svarar til tað, sum meginøkið brúkar av streymi í ein tíma. Tað er hetta, sum hevur hægstu raðfesting há SEV í løtuni, tá ið tað tað kemur til goymslu av orku, sigur Heri Mortensen, framleiðslustjóri hjá SEV.


Mest lisið hesa vikuna

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

16. oktober kl. 13:13

Hans Pilgaard hevur tikið stóra avgerð

14 tímar síðan

Publicservice og etikkur: Opið bræv til Kringvarp Føroya

20. oktober kl. 10:30

Herverk á fleiri bilar - løgreglan sóknast eftir vitnum

19. oktober kl. 09:36

Sissal fer at biðja sær farloyvi

19. oktober kl. 14:35

Fara beinanvegin at leita eftir avloysaraskipi fyri Smyril

23 tímar síðan