Ongi úrslit

Gott 55.000 fólk búðu í Føroyum 1. februar — vøksturin var 0,8%

Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 213 fólk og einari nettoflyting á 229 fólk

hagstova.fo
3 tímar síðan

1. februar búðu 55.064 fólk í Føroyum. Fólkatalið vaks við 442 fólkum, ella 0,8 prosentum, seinastu tólv mánaðirnar. Vøksturin var størri enn í undanfarnu tólv mánaðunum, millum annað tí fleiri børn vórðu fødd.

Tann 1. februar búðu fleiri enn 55 túsund fólk í Føroyum. Fólkatalið kom annars beint upp um 55 túsund í summar, men minkaði aftur eftir fráflytingina í august og september, tá mong ung fluttu uttanlands. Myndin niðanfyri vísir gongdina mánað fyri mánað.

Størri fólkavøkstur 

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. 

Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 213 fólk og einari nettoflyting á 229 fólk. Tað eru knapt 200 fólk fleiri enn í undanfarna tíðarskeiði. 

Nettoflytingin var á leið 120 størri enn í undanfarna tíðarskeiði, serliga tí færri fluttu úr Føroyum. Burðaravlopið var knapt hálvfjerðs størri enn í undanfarna tíðarskeiði, serliga tí at fleiri børn vóru fødd. Um hálvtrýss fleiri børn vóru fødd seinastu tólv mánaðirnir samanborið við teir undanfarnu tólv, tá lutfalsliga fá børn vóru fødd. 

Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri.

Vaksandi nettoflyting

Trendarnir í myndini niðanfyri vísa mánaðarligu gongdina í til- og fráflytingini. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.

Gongdin í til- og fráflytingini hevur síðan 2024 verið jøvn, og nettoflytingin hevur verið lítil. Seinastu mánaðirnar er gongdin broytt nakað. Gongdin í tilflytingini nú er vaksandi, meðan fráflytingin er minkandi. Tað gevur samanlagt eina vaksandi nettoflyting. 

Vaksandi burðaravlop

Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum mánað fyri mánað. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.

Mánaðarligi trendurin vísir, at gongdin í føðitalinum er vaksandi, meðan gongdin í deyðatalinum er minkandi. Tað gevur samanlagt eitt vaksandi burðaravlop.

https://hagstova.fo/fo/tidindi/gott-55000-folk-budu-i-foroyum-1-februar-voksturin-var-08

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

Í gjár kl. 19:39

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

23 tímar síðan

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

Í gjár kl. 07:49