5.e. úr skúlanum á Fløtum vitjaðu í gjár borgarstjóran Elsu Berg. Flokkurin er við í First Lego League og evnið í ár er “Unearthed”. At síggja til snýr hetta seg um ymiskt, sum kemur upp úr jørðini.
Men hesin flokkurin av gløggum børnum hava vent hesum eitt sindur á høvdið, og hugsavna tey seg í staðin fyri endurnýtslu, ella sum tað stendur á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu:
Ein kann siga ... hvussu geva vit jørðini tað aftur, sum vit hava tikið upp úr henni?
Næmingarnir høvdu fleiri sera viðkomandi og áhugaverdir spurningar til borgarstjóran. Til dømis spurdu tey, hví endurnýtslubingjan hjá Dugna á Hjalla bert er opin tvær ferðir um vikuna
Eisini vildu tey vita um tað ikki ber til at fáa fleiri støð at lata tilfar inn til endurnýtslu, eitt nú frá byggivinnuni.
Tosað var um at fáa eitt møguligt samstarv í lag við Tilhaldið eisini, so tey eldru kunnu leggja teimum yngru lag á við at bøta um gomul klæðir. Tað er skilt, soleiðis halda tey longri, og ein nýtist ikki at keypa nýggj í heilum.
Næmingarnir hava eisini gjørt ein stuttan film, har tey gera kips burtur úr eplaflusi, soleiðisfær man brúkt alt av einum epli og ikki koyra tað vekk. Hóast alt er tað beint undir flusinum at flestu vitaminurnar eru. Hendan filmin vístu tey borgarstjóranum.
Takk fyri vitjanina og góða eydnu í First Lego League! Skrivar Tórshavnar kommuna á Facebook, skrivar Tórshavnar kommuna á Facebook.