– Eg gleðist um at vera sloppin aftur í landsstýrið.
Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, sum annars fór úr sessinum sum landsstýrismaður í barna og útbúgvingarmálum ígjár, og fór aftur í Løgtingið.
Men hann var bara løgtingsmaður í nakrar tímar, so endaði hann aftur í sama landsstýrissessi.
Orsøkin var, eftir at Súsanna Bertholdsen, tók seg úr landsstýrinum í gjárkvøldið.
Endamálið hjá henni er at tryggja, at lógin um fría fosturtøku verður samtykt. Hinvegin er Djóni Nolsøe Joensen ímóti fosturtøku, so hevði hann verið sitandi í Løgtinginum, hevði málið helst fallið.
Men nú hann fer aftur í Landsstýrinum, sleppur hann ikki at atkvøða. Og Súsanna Bertholdsen tekur undir við fríari fosturtøku, so nú hon sleppur at atkvøða, verður tað helst samtykt.
Men hendan fintan hjá Javnaðarflokkinum, er fallin tinglimun, sum eru ímóti fosturtøku, fyri bróstið.
Í Løgtinginum fyrrapartin í dag, vildi Steffan Klein Poulsen, hava Djóna Nolsøe Joensen at greiða frá, hvussu Føroyar kunnu verða heimsins besta barnaland, samstundis sum at vit hava fría fosturtøku.
Hann sipar til, at Landsstýrið hevur boðað frá, at Føroyar skulu verða heimsins besta barnaland.
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, sigur, at hann var forharmaður um at verða noyddur úr Landsstýrinum - og hann var heldur ikki samdur í avgerðini.
Tí gleðist hann um at hava fingið møguleikan aftur, og hann heldur ikki, at hetta skal blandast upp í fosturtøkumálið.
Hann heldur, at tað er ordilga gott at vera komin aftur í landsstýrinum, tí hann heldur, at tað var órættvíst, at hann yvirhøvur misti sessin.
Hann sigur, at hesa tíðina hann hevur verið í landsstýrinum, hevur hann arbeitt nógv við at gera eina føroyska barnalóg.
Og tað, sum hann harmaðist mest um tá ið hann varð koyrdur frá herfyri, var, at sleppa tí málinum, áðrenn komið varð á mál.
Og nú hann er aftur í Landsstýrinum, verður tað sostatt hansara høvuðsmál at koma á mál við barnalógini og at fáa hana samtykt.
Ein føroysk barnalóg skal tryggja, at øll børn í Føroyum vaksa upp undir tryggum og góðum umstøðum. Lógin verður grundað á Barnarættindasáttmálan hjá ST, sum staðfestir, at øll børn hava rætt til vernd, umsorgan og at verða hoyrd í avgerðum, sum ávirka teirra lív.