Ongi úrslit

Gjørdi stóran skaða á parkeraðan bil - og stakk av

Løgreglan roynir nú at finna bilføraran

Her var tað, at bilurin varð ákoyrdur
Áki Bertholdsen
19 tímar síðan

Í gjár var eitt ferðsluóhapp í Saltangará har ein bilur rendi á ein parkeraðan bil. Tann parkeraði bilurin fekk rættiliga stóran skaða eftir allari vinstru síðu.

Men bilførarin, sum rendir á, rýmdi av staðnum, uttan at siga frá.

Óhappið hendi uttan fyri pitsa-matstovuna, Farhat´sa, í Saltangará onkutíð ímillum klokkan 9.30 og 10.30 í gjáramorgunin.

Løgreglan roynir nú at finna bilføraran, sum rendi á og í tí sambandi vilja tey fegin hava hjálp frá fólki.

So er tað onkur, sum hevur sæð okkurt uttan fyri Farat´sa hetta tíðarskeiðið, eru tey vælkomin at siga frá, sigur løgreglan.

Mest lisið hesa vikuna

Nýggj Dimmalætting í sølubúðunum. Lærarin elskaði at fáa flokkin at flenna eftir mær

1. juni kl. 20:40

Hetta slagið av ísi til børn er heilsuskaðiligt

3. juni kl. 18:06

Kanning sigur at olivenolja møguliga fyribyrgir demens

1. juni kl. 12:10

Eg fái ikki gron um konan ikki minnist til pápadagin

4. juni kl. 17:00

Læknar vilja hava felags læknamiðstøð fyri alla Suðuroynna

4. juni kl. 08:56

Janusz náddi ikki at fáa ríkisborgararætt

7 tímar síðan