Føroyar hava verið tiltiknar fyri at stutt er millum evsta vald og vanliga fólkið. Tað kann tykjast, sum tann gjáin er voksin eins og gjáirnar millum vælhavandi og vanliga fólkið. Javnvág og samband má fáast millum tey, ið ráða, og tey ið arbeiða og liva her á landi. Verkafólkið má verða hoyrt og virt og gjáirnar minka.
- Føroyskt fyrst – Vit mugu altíð hugsa føroyskt fyrst, bæði tá tað viðvíkur máli, mentan og nattúru, og fólki og tænastum sum heild. Tilflytarar skulu takast hond um fyri at læra føroyska málið og mentanina. Fólkaskúlin má fáa neyðugu tíðina og arbeiðsmegina at gera eyka arbeiðið, ið er lagt omaná at læra næmingar, ið hava føroyskt sum annaðmál.
- Fólkaskúlin fyri bæði næmingar og lærarar – Fólkaskúlin má vera sæddur og virdur fyri tað hann er: Eitt tað stórsta arbeiðsplássið í landinum, har framleiðslan er okkara børn, okkara framtíð. Lærarar mugu fáa tíð og umstøður at gera tað risaarbeiðið hetta er, og vera eftirspurdir og tiknir fyri fult, tá avgerðir, ið viðvíkja teirra arbeiði, vera tiknar. Við lærarum, ið trívast og hava tíð og umstøður til næmingarnar, skapa vit samstundis at okkara næmingar trívast og mennast.
- Luttøku- og atkomumøguleikar í breiðastu merking – Øll hava rætt at luttaka í samfelagnum. Eisini børn, tey ið eru við at læra seg føroyska málið, tey ið hava niðursetta hoyrn ella sjón ella annað tarn. Vit mugu hugsa hetta inn, tá vit byggja og samskifta. Í mun til útbúgving og arbeiði, so ger tøknin tað í mongum førum møguligt, at fólk kunnu lesa ella arbeiða heimanifrá, ella hvar tað skal vera.
Hetta eru nøkur av hjartamálum mínum, ið eg vil arbeiða fyri.
Gunnvá Tróndardóttir, læraralesandi
– Listi C
Gjáirnar minkast Gjáirnar minkast
Gunnvá Tróndardóttir
2 tímar síðan
Mest lisið hesa vikuna
Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki
19. mars kl. 13:15
Framvegis einki tamarhald á eldinum
17. mars kl. 21:11
Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar
17. mars kl. 21:35
Føroyskur lærari fær virðisløn
18. mars kl. 18:16
Rýmdu av býráðsfundi í Havn - og klaga borgarstjóran
Í gjár kl. 08:13
Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?
21. mars kl. 11:34
Leys størv
Hiddenfjord søkir eftir alara til alingina í Sørvági
Umsóknarfreist: 29.03.2026
Leiðari til vakuum- og frystiframleiðslu
Umsóknarfreist: 04.04.2026
Bakkafrost sóknast eftir arbeiðsfólki til kryvjivirkið á Glyvrum
Umsóknarfreist: 29.03.2026
Heilsutrygd søkir viðtalustarvsfólk til kommunulæknaviðtaluna í Vestmanna
Umsóknarfreist: 26.03.2026
Dugni søkir deildarleiðara
Umsóknarfreist: 18.04.2026
Kunngerðir
Høli til leigu
Hølini í Sverrisgøtu 7 verða við hesum lýst til leigu frá 1. mai 2026.
Valevnalistar til fólkatingsvalið 24. mars 2026
Við hesum verður boðað frá, at fólkatingsvalnevndin hevur tikið ímóti og góðkent hesar valevnalistar til fólkatingsvalið 24. mars 2026
Kunngerð um val til Fólkatingið
Kunngerð um val til Fólkatingið í Føroyum týsdagin tann 24. mars 2026
Valevnalistar til løgtingsvalið 26. mars 2026
Við hesum verður boðað frá, at løgtingsvalnevndin hevur tikið ímóti og góðkent hesar valevnalistar til løgtingsvalið 26. mars 2026
Bekendtgørelse om afholdelse af valg til Folketinget
Bekendtgørelse om afholdelse af valg til Folketinget på Færøerne
tirsdag den 24. marts 2026