Ongi úrslit

Geva føroyingum møguleika at halda fram at heppa á hondbóltslandsliðið

Starvsfólk hjá ferðaskrivstovuni, 62 norð, hava sitið í forhøllini á hotellinum í Oslo í allan dag og lagt víðari ferð til Malmø til rættist
Jonhard Hammer
22 tímar síðan

Føroyska landsliðið í hondbólti hevur tikið allan hondbóltsheimin á bóli við framúr avrikunum í EM í Oslo í hesum døgum.

Og nú eru føroyingar enntá á gáttini til at koma víðari í kappingini og kvalifisera seg til millum-umfarið.

Tað verður endaliga avgjørt í annaðkvøld, men tað skal ganga serstakliga illa um føroyska liðið ikki kvalifiserar seg.

Innleiðandi dystirnir eru í Oslo, men millum umfarið er í Malmø.

Og tað er eyðsæð, at fleiri føroyingar ætla sær eisini til Malmø at hyggja.

Tað liggur eisini í kortunum, at Atlantsflog fer at skipa fyri eykatúrum til Keypmannahavnar, haðani tað er eitt hanagleiv til Malmø.

Samstundis hevur ferðaskrivstovan, 62 Norð, útvega føroyingum hotell í Malmø.

Men atgongumerki til dystirnar, mugu fólk sjálvi syrgja fyri.

Í fyrstu atløgu fáa føroyingar 1.000 atgongumerki, men eyðvita kunnu atgongumerki eisini keypast aðrar vegir.

Tað er óvist, nær túrarnir hjá Atlantsflog verður, og nær tað ber til at biðja um hotell í Malmø, men alt verður munandi greiðari eftir dystin í annaðkvøld.

Tilsamans eru eini 6.000 - 7.000 føroyingar í Oslo og heppa á liðið. Nógvir fara at koma heim aftur hesar næstu dagarnar, men tað eru eisini fleiri, sum halda fram til Malmø,

Mest lisið hesa vikuna

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

Í gjár kl. 15:46

Turrur fiskur gevur styrki og orku

17. januar kl. 16:19

Myndir: Lív í umborð

15. januar kl. 19:20

Pápi og tvey børn sluppu óskadd frá ferðsluóhappi

18. januar kl. 09:41

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

Í gjár kl. 09:34

Myndir- Vunnu við 13 málum!

Í gjár kl. 18:49