- Ferðavinnan hevur verið ein partur av okkum síðan 2014, tá vit leigaðu húsini hjá okkum í Hvalba út til ferðavinnuna. Seinni, í 2018 arbeiddi konan í einum tíðaravmarkaðum starvi hjá Visit Suðuroy í Vági, og síðan tá hava vit havt eyguni eftir ferðavinnuni.
Tað sigur Eyðfinn Debes í telefonini, tá vit fanga hann umborð á Smyrli á veg suður.
Vit ringja fyri at frætta, hvat tað er, sum hann og konan eru farin undir, og tá hann í fyrsta umfari ikki svarar á fartelefonini, verður ringt á Effo-støðina, har hann er handilsleiðari, men har fáa vit at vita, at hann er farin í feriu, áðrenn tað verður lagt afturat, at hann hevur sagt starvið sum handilsleiðari frá sær.
So teir fyrstu minuttirnir av samrøðuni, tá vit fáa fatur á honum ganga við tí.
Tú hevur sagt upp sum handilsleiðari, er tað tí at tú ætlar tær at brúka alla orku uppá ferðavinnuna?
Spurningurin varð strammaður eitt sindur, tá hann varð settur, mest tað er svarið hjá Eyðfinni als ikki. Hann er púra greiður:
- Ja, tað er orsøkin. Eg eri framvegis lønarumsitari hjá Effo, men eg havi sagt starvið sum handilsleiðari frá mær júst av teirri orsøk, at vit burtur av ætla at arbeiða við ferðavinnuni. Vit síggja nakrar áhugaverdar møguleikar, sum vit vilja royna, so nú verður tað hetta meira ella minni burturav, sigur hann.
Nógv um at vera
Hjúnini hava sítt at síggja til, tí Randi Hjelm Debes rekur fyritøkuna Faroeknit, har hon millum annað ger bindimynstur, sum hon so selur á heimasíðuni, sum ber sama navn.
Endamálið er at deila við umheimin ta føroysku bindipassjónina, skrivar hon á heimasíðuni, og hon bjóðar sær at hjálpa teimum, sum hava hug at royna seg við stokkunum.
Harumframt hava tey bæði eisini tvær aðrar fyritøkur, Suðuroyar Kajakk, sum leigar kajakkir út og skipar fyri túrum, í fyrsta umfari mest á Vágsfirði, men tað er ikki óhugsandi, at tey eisini fara at keypa ein vogn, sum ger tað møguligt at fara runt á oynni við kajakkunum.
- Ikki tí, tú finnur neyvan betri stað í heiminum enn Vágsfjørð til at rógva kajakk, tí umstøðurnar eru so einastandandi góðar. Grótkastið forðar aldunum og tí er tað øgiliga ómakaleyst at rógva kajakk á fjørðinum, greiðir Eyðfinn Debes frá.
Men hví umhugsa tey so at fara aðrastaðni við kajakkunum eisini?
- Tað er so einastandandi vakurt at liggja og flóta á einari kajakk, og sjálvt um tað er vakurt og umstøðurnar eru góðar her á fjørðinum, kann tað vera stuttligt at rógva onkra aðrastaðni, til dømis á onkrum vatni, bara so at tann møguleikin er har, sigur Eyðfinn Debes, sum saman við konuni setti Suðuroyar Kajakk á stovn í fjør.
Tey gjørdu ikki mætari enn at fáa sær fígging til vega á Hópfígging.fo, har tey bóðu um at fáa 60.000 krónur, men tá tíðin var farin høvdu tey fingið 77.000 krónur inn.
- Takka verið Hópfígging, hevur Suðuroyar Kajakk nú 5 dupultar og 3 einkultar Sit on top kajakkir og eitt SUP bretti, ið kann leigast fyri 100 kr. fyri ein tíma per persón. Eisini hava vit 6 vát- og turrdraktir, ið kunnu leigast fyri 50 kr. fyri tveir tímar, stendur at lesa á heimasíðuni suduroyarkajakk.fo.
Men er tað ikki trupult at rógva við? Er ikki vandi fyri at mann fer runt, spyr landkrabbin í norðara enda av telefontráðnum.
- Nei, tað er tað ikki. Talan er sum nevnt um Sit on top-kajakkir, og skalt tú runt í einari slíkari, so er tað nakað sum tú gert av sjálvur, svarar Eyðfinn Debes og flennir.
Gestablídni – leiga hús út
Triðja fyritøkan hjá teimum báðum er tann sum eitur Gestablídni, har tekur sær av at leiga út summarhús ella aðrar bústaðareindir til ferðafólk ella fólk, sum vilja hava annað slag av gisting.
Tað byrjaði eftir at Randi Hjelm Debes hevði arbeitt fyri kunningarstovuna í Vági, tí har tóku tey sær millum annað av at leiga smátturnar út.
- Hetta gekk so væl, at vit hildu tað vera áhugavert at finna onnur hús, sum fólk kanska vóru áhugað í at leiga út, og nú hava vit fleiri enn 20 bústaðareindir á heimasíðuni hjá okkum, sigur Eyðfinn Debes.
Er alt í Suðuroy?
- Nei, tað er akkurát tað sum er nokkso áhugavert. Vit fáa alsamt fleiri fyrispurningar frá fólki norðanfjørðs eisini, og ber tað til hjá okkum og vit kunnu semjast um eina avtalu, ja, so átaka vit okkum eisini hús norðanfjørðs, sigur hann.
Hvat inniber ein slík avtala?
- Hon inniber tað, at vit standa fyri øllum sum er. Vit standa eisini fyri reingerðini, og her suðuri eru tað vit sjálvi sum gera tað. Vit taka okkum eisini av húsunum norðanfjørðs, men tá fáa vit onkran annan at vaska og so rinda vit fyri tað, greiðir Eyðfinn Debes frá.
Sum nevnt hava tey eina heimasíðu, www.gestablidni.fo, har øll húsini standa á, og so kunnu fólk leita har. Men tað er ikki bara tað. Hjúnini skráseta húsini ella íbúðirnar á øllum teimum altjóða pallum, sum eru á netinum, millum annað Airbnb, Booking, Tripadvisor, á sosialu miðlunum og so framvegis, so tey eru so atkomulig sum til ber, leggur hann afturat.
- Tað, sum ein slík avtala eisini inniber er, at vit taka professionellar myndir, skriva tekstir, geva góð ráð til, hvussu mann innrættar summarhúsini á besta hátt, leggja myndir út á sosialar miðlar, skriva vælkomstskriv at leggja inn í hvørt summarhús. Harumframt fáa øll hús og íbúðir, vit umsita eitt pláss á www.gestablidni.fo, og so vit ganga høgt upp í marknaðarføringspartin, tí vit vita hvussu umráðandi tað er, sigur Randi Hjelm Debes.
Skipa eisini fyri túrum
Harumframt skipa tey bæði eisini fyri túrum á landi. Í bili og til gongu í haganum.
- Ja, tað er rætt, vit skipa fyri túrum við ferðaleiðara, antin í bili runt oynna ella til gongu. Og so hava vit sjálvandi eisini kajakktúrarnar, so vit fevna rættiliga víða, sigur Eyðfinn Debess.
Tað er orsøkin til, at hann hevur sagt starvið sum handilsleiðari frá sær, so hann kann arbeiða saman við konuni, sum sambært honum sjálvum er tann sum tekur tey stóru tøkini í fyritøkuni.
- Kona mín er øgiliga væl fyri tekniskt, so hon stendur fyri øllum tí tekniska arbeiðinum við at gera heimasíður og so framvegis. Tað ger tað so óalmindiliga nógv høgligari hjá okkum, tí tað kostar okkum einki at fara í holt við tað. Vit skulu ikki brúkan nógvar pengar til at koma í gongd við eina heimasíðu, tí tað ger hon bara. Tað er fantastiskt, sigur Eyðfinn Debess.
Arbeiðið við at leiga íbúðir og hús út byrjaði sum sagt, tá Randi Hjelm Debes gavst á kunningarstovuni, men tað varð víðkað nú um ársskifti, tá tey eisini fóru at átaka sær at leiga út fyri onnur.
- Áhugin er stórur og tá fólk venda sær til okkara fara vit og kanna húsini og koma vit ásamt, so gera vit sum sagt eina avtalu, sum inniber, at vit taka 18 prosent av leiguinntøkunum fyri okkara arbeiði, men tað dekkar so yvir allar útreiðslur, sum standast av at marknaðarføra húsini, og at standa fyri øllum í samband við leiguna. Tað vil siga, at er okkurt at klaga um hjá teimum, sum leiga, so er tað okkum tey venda sær til, sigur Eyðfinn Debes.
Taka tey sær av reingerðini, so rinda tey sum leiga eisini eitt gjald fyri reingerðina til Gestablídni, og so eru tað Eyðfinn og Randi, sum vaska.
Er tað ikki nógv?
- Tað kann vera eitt sindur, men okkum dámar hetta øgiliga væl. Vit trívast óalmindiliga væl í hesum, og tí hava vit gjørt av at gera eina ordiliga roynt, sigur Eyðfinn Debes.
Gongur spakuliga framá
Í nógv ár hevur verið tosað um, at ferðavinnan í Suðuroy er eftirbátur, serliga samanborið við miðstaðarøki.
Tað viðurkennir Eyðfinn Debes eisini, tí sambært honum virkar tað sum at fólk hava ilt við at koma suður um suðuroyarfjørð.
- Tað var framgongd í tølunum áðrenn korona legði landið lamið, men so tóku føroyingarnir yvir, tá eingin slapp av landinum. Nú eru føroyingar aftur farnir at ferðast í onnur lond – sjálvandi, men enn síggja vit ikki líka nógvar útlendingar her sum áðrenn korona. Vit vóna, at tað fer at venda, tá summarið kemur, tí Suðuroy hevur nógv at bjóða, sigur Eyðfinn Debes, sum saman við konuni Randi Hjelm Debes er til reiðar at taka ímóti.