Eitt fyribils hernaðarligt øki her er nú sett á stovn í Køge Havn á Sælandi.
- Økið verður vart av Forsvaret, sigur Mið- og Vestursælendska løgreglan í tíðindaskrivi sunnudagin. Har stendur eisini, at økið verður stongt frá mánadegnum 15. desember kl. 04.00 til 18. desember kl. 18.00.
Løgreglan og danska herdeildin gera vart við serligu dronureglurnar, sum eru galdandi fyri hernaðarlig øki, stendur í fráboðanini.
Leygardagin var eisini eitt fyribils hernaðarøki sett á stovn í Taastrup nær einari jarnbreyt. Tað var við virknaði beinanvegin, og er hetta galdandi til mánakvøldið kl. 18.00
Sambært Ritzau hendir hetta í sambandi við, at 800 hermenn og nógv útgerð koma til Danmarkar. Hermenninir og útgerðin venda heim aftur eftir at hava verið útsendir í Lettlandi í fýra mánaðir.
Har vóru teir sum partur av eini altjóða brigadu, sum skal økja um hernaðarligu trygdina í Baltikum.
1. juli í ár gjørdist hertænastan tvungin fyri kvinnur. Tað merkir at allar kvinnur føddar eftir 1. juli í 2007, nú kallast ínn til hertænastu á sama hátt sum mennirnir.
Tað hevur higartil verið sjálvboðið fyri kvinnur.