Ongi úrslit

Gera uttandura flogbóltsvøll í Sandavági

Áki Bertholdsen
1. august kl. 12:45

Í sambandi við, at Oyggjaleikirnir verða í Føroyum í 2027, hevur Vága kommuna, saman við Flogbóltssambandi Føroya, gjørt av at gera ein vøll til strandaflogbólt á Valloyruni í Sandavági.

Tað er beint niðan fyri fótbóltsvøllin.

Vága kommuna sigur, at tey eru farin undir útgrevsturin og væntandi verður arbeiðið liðugt síðst í august mánað.

Endamálið er at bøta um umstøðurnar til at íðka ítrótt og fyri ungdóm í kommununi - bæði í sambandi komandi Oyggjaleikir, men eisini sum eitt íkast til eitt fjølbroyttari og livandi ítróttaumhvørvi í kommununi.

Vøllurin lýkur altjóða krøv og skal tryggja góðar umstøður bæði til kappingar og venjingar.

Hetta er samstundis eitt stig ímóti at menna og styrkja flogbóltin í Vágum, sigur kommunan.

Í hesum sambandi fegnast tey eisini um, at trý ungfólk úr Vágum í hesum døgum hava umboða Føroyar á U18-landsliðunum í strandaflogbólti, uttanlands. Talan er um Marjuna á Mýrini og Honnu Elisabet Skylv Thomassen úr Drátti, og Óla Kluftá Hvítklett úr SÍ.

– Sostatt fer ungdómurin at fáa ágóðan av góðum ítróttarkørmum og felagsskapi í kommununi.

Við hesum fær Vága kommuna ein týðandi leiklut sum vertur fyri ikki færri enn trimum ítróttargreinum til Oyggjaleikirnar í 2027, nevniliga strandaflogbólti í Sandavági, bogaskjóting í Miðvági og flogbólti á Giljanesi.

– Hetta er ein gyltur møguleiki at vísa fram bæði góðar og náttúruvakrar umstøður, umframt eitt virkið og framfýsið ítróttarlív í kommununi, sigur kommunan.

Mest lisið hesa vikuna

Hans Pilgaard hevur tikið stóra avgerð

22. oktober kl. 19:00

Publicservice og etikkur: Opið bræv til Kringvarp Føroya

20. oktober kl. 10:30

Sissal fer at biðja sær farloyvi

19. oktober kl. 14:35

Sólbjørg er ov kvinnulig fyri summi

Í gjár kl. 22:00

Herverk á fleiri bilar - løgreglan sóknast eftir vitnum

19. oktober kl. 09:36

Nú eru tølini komin á borðið: So stórt bakkast var Galaxy fyri Suðuroynna

22. oktober kl. 16:00