Ongi úrslit

Genturnar hava fingið nýggjar venjarar

Áki Bertholdsen
26. sepember kl. 12:40

Nú hava 2010 - landsliðið fyri gentur fingið nýggjar venjarar. HondbóltiHondbóltssambandið hevur nevniliga  sett Mark Lausen-Marcher og Jóruna Ludvig at standa á odda fyri 2010-landsliðnum hjá gentum hesi næstu tvey árini.

Talan er um gentur føddar í 2010 og 2011.

 Mark Lausen-Marcher er ítróttastjóri í HSF og, umframt at hava vant bæði menn og kvinnur í H71, hevur hann eisini vant fleiri av ungdómslandsliðunum seinastu árini.

Jórun Ludvig spældi í nógv ár á besta kvinnuliðnum hjá Kyndil, hon hevur eisini vant fleiri ungdómslið og nú seinni kvinnuliðið hjá Tjaldur.

 Genturnar vóru í Íslandi í summar og spældu tveir venjingardystir móti Íslandi og verðu næstu uppgávurnar European Open í Svøríki komandi summar og EM-undankapping á heysti í 2026.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Eyðun greiðir allari verðini frá um Føroyar og landsliðið

14. november kl. 17:10

Útselt á sjálvum upplatingardegnum

11. november kl. 21:00