Ongi úrslit

Galaxy farin royndartúr til Havnar í dag

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Galaxy, sum skal avloysa Smyril, nú hann fer í dokk, liggur á Krambatanga, har tey gera klárt til at hann fer í sigling leygarmorgunin.

Men Dánjal Samuelsen, samferðsluleiðari á Strandferðsluni, sigur, at nú í morgun er Galaxy farin ein royndartúr til Havnar.

Eitt endamál er at royna siglingarleiðina við skipinum, og atløguviðurskiftini í Havn.

Samstundis skulu ymsar vørur fáast umborð til kafeteria og annað. Og so er endamálið eisini av avgreiða arbeiðsloyvini hjá griksku manningini.

Ein trupulleiki, sum var seinast Galaxy var her, var, at tað tók rættiliga langa tíð at leggja at. Dánjal Samuelsen sigur, at skiparin er nógv betri kunnigur við skipið nú, so tað verður neyvan ein trupulleiki hesa ferð.

Tá ið Galaxy kom á Krambatanga sunnudagin, tók tað 10-12 minuttir at leggja at, og tað fer bara at batna, so hvørt skiparin venur seg við atløguviðurskiftini.

Samferðsluleiðarin nevnir eisini, at Galaxy hevur stabilisatorar og somuleiðis hevur hon eisini lyftu.

Lyftan er ikki av tí besta, men hon klárar eina sjúkrabøru, og tey hava eisini sjúkrakamar umborð - og verður neyðugt við tveimum sjúkrakømrum, klára tey eisini tað.

Sum vit skrivaðu í gjár eru góðar umstøður umborð við stásiligum salongum, og. tær verða allar opnar fyri ferðafólki. Síggj myndirnar her: https://dimma.fo/grein/soleidis-saer-galaxy-ut-innan

Men enn er ivingarsamt um Galaxy fær internet til ferðafólkið. Manningin hevur 5G net, og riggar tað væl, verður eisini eitt gestanet gjørt til ferðafólk.

Men tey fáa ikki veitt vissu fyri um tað fer at rigga, ella hvussu væl tað fer at rigga.   

Men tað verður nokk ein strika í rokningini, at tað ber ikki til hjá ferðafólki at bíleggja kamar umborð á Galaxy, tí undir teimum umstøðum, sum eru, hevur Strandferðslan ikki fólk til at gera tey rein.

Men Niels Jørgin Nielsen, rakstrarleiðari, sigur, at taka undantaksstøður seg upp, finna tey ivaleyst út av onkrum.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

Í gjár kl. 08:30

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

Í gjár kl. 07:47