Ongi úrslit

Galaxy broytir aftur ferðaætlan í morgin - men hesa ferð er tað ikki fyri veður

Áki Bertholdsen
18. sepember kl. 12:18

Hesar seinastu tvær vikurnar hevur siglingin hjá Galaxy um Suðuroyarfjørð, verið rættiliga óálítandi, tí fleiri túrar eru avlýstir fyri veður, og fleiri ferðir er ferðaætlanine eisini broytt fyri veður.

Heldur ikki í dag siglur Galaxy fyri veður - og aftur í morgin verður ferðaætlanin broytt - men tá verður tað ikki fyri veður.

Galaxy skal nevniliga bunkra olju í morgin, og tað verður gjørt í Havn.

Strandferðslan sigur, at Galaxy má bunkra í Havn, oljugoymslurnar í Suðuroynni eru ov lítlar til at hon fær bunkra har.

Men tað merkir, at ferðaætlanin í morgin verður órógvað, soleiðis at teir flestu túrarnir verða nakað seinkaðir.

Sostatt siglur Galaxy av Krambatanga klokkan seks á morgni, sum vanligt, men so aftur klokkan 15.30 ístaðin fyri klokkan 14, sum vanligt.

Og av Havnini verður ikki siglt klokkan 10, sum vanligt, men ístaðin fyri klokkan 11.30 og so aftur klokkan 19 ístaðin fyri klokkan 17.30, sum vanligt.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta er national skomm

5. desember kl. 18:11

Flytur úr Sambandsflokkinum og í Miðflokkin

5. desember kl. 17:36

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

9 tímar síðan

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

Í gjár kl. 09:38

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Nakrir løgtingslimir afturat fingið hóttandi boð tí at teir atkvøddu fyri fríari fosturtøku

7. desember kl. 09:38