Vit venda nú aftur til týska upplýsingarfilosoffin Immanuel Kant (1724-1804), sum vit hava verið inni á nakrar ferðir og sum umboðar pliktetikkin.
Sambært Kant, so hevur menniskja plikt ella skyldu til at handla rætt – og tað at uppfylla skyldur sínar, ger menniskjað frælst. Sostatt eru skyldur menniskjans ikki einans ein byrða, men í grundini eisini vegurin til góða lívið.
Kant vísir á, at menniskjað hevur atgongd til eina universella “morallóg”, ið kann leiða tað til at taka rættar avgerðir – og við hesum eisini til at uppnáa frælsi. Harvið tørvar menniskjanum ikki eina religión til tess at handla etiskt rætt. Hetta var kollveltandi sjónarmið í samtíð Kants.
Kant orðaði eitt sokallað “kategoriskt imperativ”, t.e. eina leiðreglu, sum menniskjað kann fylgja, tá ið tað ivast í, hvør avgerð ella handling er hin rætta. Leiðreglan ljóðar soleiðis:
Handla á ein slíkan hátt (eftir teirri grundreglu), at tú kanst standa við, at hvør handling, sum tú fremur, hevði kunnað verið lógarfest.
Hetta merkir, at hvørja fer tú handlar, so skalt tú kunna standa inni fyri, at ávísa handlingin hevði skulað kunnað verið viðtikin við lóg. Fylgir tú hesari leiðreglu, fert tú sjálvsagt ikki at handla skeivt ella gera undantøk fyri teg sjálvan til tess at fáa fyrimunir av ymsum slag.
Pliktetiska hugsjónin er at finna í flest øllum religiónum, ið hava leiðreglur, ið ein skal fylgja við tí endamáli at handla og liva etiskt rætt.
Tað, sum er nýtt við pliktetisku hugsjón Kants er, at hann sum nevnt vísir á, at menniskjanum ikki tørvar eina religión fyri at liva etiskt rætt, og at menniskjað hevur atgongd til hesa áður nevndu morallóg, sum er óheft av allari religión. Henda “atgongd” er sambært Kant “transcendent”, sum merkir, at vit uttan at kunna vísa á hvar ella hvussu skilja, hvørjar handlingar eru rættar og hvørjar skeivar, av tí at morallógin gevur okkum hesa vitan.
Atgongdin til morallógina kann eisini síggjast sum nakað, sum er íborið í okkum, og er henda tulking meira nútíðarhóskandi, eftirsum útbreidda fatanin í dag er, at rættur moralskur atburður kann síggjast sum verandi stýrdur av samvitsku okkara, og at henda samvitska er viðfødd.
Hjá Kant er skyldan at handla rætt frígerandi, og júst hetta sjónarmið hevur verið orsøk til mong kjak, bæði ímillum politiskar filosoffar, men eisini meira generelt. Summi síggja hesa útsøgn sum verandi mótsigandi, tí hvussu kann skylda vera tað sama sum frælsi? Onnur síggja tað sum eyðsæð, at Kant hevur rætt, tí so leingi, sum tú ikki livir ábyrgdarfult, so vilt tú vera tyngdur av skuldarkenslu so ella so, og hetta elvir til ófrælsi.
Pliktetikkur sæst eisini aftur í samfelagnum gjøgnum lógirnar, sum vit hava skyldu at halda okkum innanfyri. Gera vit ikki tað, ja, so kann tað fáa álvarsligar avleiðingar fyri okkum. Lógirnar sjálvar kunnu tó byggja á ymiskar aðrar etiskar hugsjónir, eitt nú utilitarismuna, ið vit áður hava verið inni á.
Kant skilur ímillum at handla etiskt rætt og at handla etiskt gott. Tá ið ein handlar pliktetiskt, handlar ein etiskt rætt, men um ein um somu tíð eisini handlar dygdaretiskt, handlar man eisini etiskt gott. Tað er eyðsæð betri at handla bæði etiskt rætt og gott heldur enn “bara” at handla etiskt rætt. Tó er tað at handla etiskt rætt – t.e. pliktetiskt – sjálvsagt nógvar ferðir betri enn at handla etiskt skeivt!
Eitt dømi um munin ímillum at handla etiskt gott og etiskt rætt kann vera skyldan at taka sær av einum sjúkum familjulimi. Um ein tekur sær av persóninum á bestan hátt, er handlingin etiskt røtt, hóast ein kanska ger tað við ringum tannabiti. Man kennir eina skyldu til at traðka til, og man uppfyllir hesa skyldu. Handlar man etiskt gott, hinvegin – og harvið dygdaretiskt – so tekur man sær av familjuliminum við einum ektaðum ynski um at hjálpa og stuðla hesum persóni. Kant kallar hetta at hava “ein góðan vilja”. (Velur man als ikki at traðka til, handlar man eyðsæð etiskt skeivt.)
Umdømið hjá Kant sum verandi ein strangur pliktetikari er sostatt ikki heilt rætt, eftirsum hann í grundini samansjóðar pliktetisku og dygdaretisku hugsjónirnar á rættiliga áhugaverdan hátt og leggur dent á etiska virðið í at hava “ein góðan vilja” sum grundarlag undir valunum, sum ein tekur og gerðunum, sum ein fremur.