Fyrsti kavarin verið niðri á Helenu - síggi filmsbrot her

Ingi Sørensen var niðri á Helenu longu eitt korter eftir at hon varð søkt á Borðoyarvík

Áki Bertholdsen
29. august 2024 kl. 11:23

Mánadagin fingiu kavarar í Føroyum eitt stórt ynski uppfylt og tað var tá ið gamla línuskipið, Helena, varð søkt á Borðoyavík við tí endamáli at kavarar kundi brúka hana at kava niður á.

Og longu 15 minuttir aftan á, at Helena varð søkt, var fyrsti kavarin niðri hjá henni. Tað var kendi kavarin, Ingi Sørensen, sum var fyrsti kavari niðri á Helenu.

Helena liggur djúpt, gronin liggur á 30 metra dýpi og hekkan liggur á 40 metra dýpi.

Har er nakað grumsut, men nakað av grumsinum stavar eisini frá, at hon er akkurát søkt og at tað ikki hevur lagt seg aftur.

Ingi Sørensen sigur, at fyri kavarar er tað ómetaliga spennandi at hava slík skip at kava niður á, so hann vónar, at fleiri skip fara at verða søkt. 

Hann sigur, at slík skipsvrak draga nógv lív til sín, so tað er sum ein heilur heimur fyri seg sjálvan.

Trýst á leinki niðan fyri og síggj videobrot, Ingi Sørensen tók av túrinum niður á Helenu.

https://youtu.be/o87btGFo1Vc?si=ctzmR5ZKKgoHKYuN