Ongi úrslit

Fyrsti dagur hjá Marius Borg Høiby í rættinum

ákærdur fyri ørkymlandi 38 brotsverk

Tað er bannað at taka myndir av Mariusi í rættinum. Men tú loyvi er at tekna hann
Jóhanna Højgaard
3. februar kl. 20:00

Tað var ein skakaður og sjónliga rørdur Marius Borg Høiby, sum møtti í rættarsali 250 í landsrættinum í Oslo í Noregi týsmorgunin.

Eitt tað fyrsta, hann gjørdi, var at taka ein serviett og turka eyguni.

Tíðindafólk úr øllum heiminum var til staðar í hópatali, umboðað av fleiri enn 200 journalistum og miðlafólkum.

Sonur norsku krúnprinsessuna Mette- Marit, sum sjálv hevur øll eygu vend ímóti sær í løtuni, er ákærdur fyri ørkymlandi 38 brotsverk við revsing upp til 16 ár í fongsli, harímillum er hann ákærdur fyri fýra neyðtøkur.

Køin var lang uttanfyri rættin

Marius Borg Høiby avsannar flestu ákærurnar - eisini neyðtøkurnar, men hevur viðgingið fleiri minni ákærur, og tí er mildasta revsingin, hann kann fáa, ein bót.

Ekstra Bladet var í rættarsali 250, og tað sambært teimun greitt, at Marius Borg Høiby reageraði sera kropsliga uppá at vera høvuðspersónur í rættarmálinum.

Tann fyrsta neyðtøkan segðist hava verið undir einari veitslu 20. desember 2018. Staðið fyri neyðtøkuni var Skaugum, sum er har tað norska krúnprinsahjúnini og børnini búgva. Marius búði eisini har. Í síni egnu búeind.

Offrið sum vitnaði í dag, minstist ikki sjálv hvat var hent. Men løgreglan fann bevísir uppá, at Marius hevði forbrotið seg á hana. Ein mynd sum hann hevði tikið vísti andlitið av kvinnuni har hon svav. Hon segði sjálv at hon helt at hon sá ut til at hava verið uttan vit tá myndin var tikin.

Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

2. mars kl. 08:56

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

2. mars kl. 18:42

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Danskur ráðharri: Sjúrður er a pain in the a**

1. mars kl. 16:41