Ongi úrslit

Fyrsta stigið í friðaravtalu er samtykt

Hamas fær 72 tímar at lata gíslarnar leysar

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
Í gjár kl. 09:20

Ísrael og Hamas hava samtykt fyrsta stigið í eini friðarætlan fyri Gaza.

Tað skrivaði amerikanski forsetin, Donald Trump, í gjárkvøldið, amerikanska tíð, á sínum sosiala miðlapalli, Truth Social.

Fráboðanin hjá Trump varð skjótt váttað av bæði Hamas og ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu.

- Eg eri stoltur av at boða frá, at Ísrael og Hamas hava góðkent fyrsta stigið í okkara friðarætlan, skrivar Donald Trump.

Tann parturin av friðaravtaluni, sum Hamas og Ísrael hava samtykt, snýr seg sambært Reuters millum annað um gíslarnar í Gaza.

Avtalan verður formliga undirskrivað klokkan 10.00 føroyska tíð.

Tá fer Ísraelski herurin (IDF) at trekkja seg nakað aftur úr økinum, til eitt mark sum partarnir eru einigir um.

Hamas hevur so 72 tímar at lata gíslarnar leysar. Sambært CNN eru 48 gíslar enn í Gaza.

Ísrael heldur, at í minsta lagi 20 teirra enn eru á lívi, meðan 26 eru hildnir at vera deyðir. Allir uttan ein gíslar vórðu tiknir til fanga undir yvirgangsálopinum 7. oktober.

Flestu av gíslunum eru ísraelskir ríkisborgarar. Fimm eru útlendskir ríkisborgarar (tríggir úr Tailandi, ein úr Tansania og ein úr Nepal).

Tveir av teimum sum hildið verður at vera deyðir, eru dupultir amerikanskir-ísraelskir ríkisborgarar, skrivar CNN.

Allir uttan ein gísli vórðu tiknir til fanga undir yvirgangsálopinum 7. oktober.

Tíðindini um avtaluna vóru hóskvøldið hátíðarhildin á gøtunum í Gaza og Ísrael.

Mette Frederiksen skrivar á miðlapallin X

-Endiliga góð tíðindi. Danmark fegnast um avtaluna millum Ísrael og Hamas. Tað verður eitt fyrsta týðandi stig til at enda kríggið í Gaza. Gíslarnir skulu latast leysar beinanvegin.

Sí: Tá Trump fær boðini frá amerikanska uttanríkisráðharranum Marco Rubio

Mest lisið hesa vikuna

Royna av øllum alvi at fáa Smyril aftur í sigling um vikukiftið

6. oktober kl. 11:24

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

20 tímar síðan

Stóð við opnum munni og polyppum

4. oktober kl. 20:45

Sær út til at vera tilætlað svik

6. oktober kl. 17:40

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Leiguíbúðir verða bygdar á Argjum og í Klaksvík

5. oktober kl. 14:39