Klokkan klokkan 18 í dag møtast Mjølnir og SÍ í Badmintonhøllini í Klaksvík í fyrru FM-finaluni í Føroya Tele-deildini hjá monnum í flogbólti.
Sætta føroyameistaraheiti á rað hjá Mjølni?
Hóast ÍF vann á bæði Mjølni og SÍ í sínum báðum fyrstu dystum í kappingini, sást kortini skjótt, at ÍF og Fleyr ikki fóru at standa hinum báðum kurl, tá tey høvdu fingið sínar útlendsku leikarar tøkar - Mjølnir sínar tveir póllendingar og SÍ sín leikandi brasilska venjara, sum í fyrstu atløgu kanska ikki var ætlaður at skula spæla við. Men 42 ára gamli Cristiano Campos hevur víst seg at vera sannur fongur á vøllinum.
Í fjør setti Mjølnir nýtt met við at vinna sítt fimta føroyameistaraheiti á rað. Tað hevði eingin gjørt fyrr. Men fer Mjølnir eisini at vinna sítt sætta meistaraheiti á rað?
Í landskappingini vann Mjølnir tríggjar av teimum fýra dystunum ímóti SÍ. Hinvegin vann SÍ, tá tað mest galt, nevniliga í steypafinaluni, har SÍ vann 3-1.
SÍ munin í finalum
Mjølnir og SÍ hava tvær ferðir fyrr møtst í FM-finalunum: í fyrstu finalunum í 2010, tá SÍ vann triðja finaludysti 3-0, eftir at liðini høvdu vunnu hvør sín 3-2 sigur í teimum báðum fyrstu dystunum. Liðini møttust aftur í 2012, og tá vann SÍ 3-0 og 3-1 í tveimum dystum (spælt varð best av trimum). Haraftrat hava Mjølnir og SÍ møtst sjey ferðir í steypafinaluni. Har hevur SÍ vunnið fimm ferðir og Mjølnir tvær ferðir.
Tilsamans hevur Mjølnir verið føroyameistari 13 ferðir – mest av øllum: 1985, 1986, 1987, 1988, 1994, 1996, 1998, 2004, 2019, 2020, 2021, 2022, 2023. SÍ hevur vunnið seks føroyameistaraheiti: 2005, 2008, 2010, 2012, 2016, 2017,
Spældar verða tvær finalur og tann seinna finalan verður í høllini á Hálsi leygardagin klokkan 18. Vinna liðini hvør sín dyst – sama hvat settmunurin er – fellur avgerðin eftir eitt gullsett, sum gongur upp í 15. Tað verður spælt beint eftir seinnu finaluna.