Ongi úrslit

Fyritíðarpensjónistar skulu eisini hava eftirløn

Eyðgunn Samuelsen, valevni fyri Javnaðarflokkin
3 tímar síðan

Fyritíðarpensjónistar hava ofta minni at liva fyri enn onnur. Tey eru farin av arbeiðsmarknaðinum av heilsuávum ella øðrum orsøkum, og tí hava nógv ikki havt møguleika at spara nógv upp til ellisárini. Tí haldi eg, at vit mugu bøta um støðuna hjá fyritíðarpensjónistum.

Tá pensjónssemjan varð gjørd í 2017, varð eftirløn løgd omaná flestu almennu veitingar. Fyritíðarpensjónistar vórðu tó ikki umfataðir tá, men ætlanin var frá byrjan at finna eina loysn. Beint áðrenn val var útskrivað hesu ferð, lá eitt uppskot klárt at leggja fram.

Uppskotið merkir, at fyritíðarpensjónistar kunnu fáa eina eftirlønarviðbót afturat fólkapensjónini. Hetta merkir, at fyritíðarpensjónistar fáa meira at liva fyri um mánaðin, og at teirra støða gerst meira ájøvn við aðrar pensjónistar.

Eisini var eitt annað uppskot klárt, sum ger tað møguligt hjá fólki, sum hava fingið framskundaða pensjón ella fyritíðarpensjón, at byrja at fáa útgoldið sína egnu uppsparing samstundis.

Hetta merkir, at hevur tú fyritíðarpensjón og ert fylt/ur 64½ ár, kanst tú eisini fáa atgongd til tína eftirlønaruppsparing. Tað er bæði rímiligt og rættvíst. Er ein farin av arbeiðsmarknaðinum – eisini fyrr enn ætlað – eigur ein eisini at kunna fáa ágóðan av tí uppsparing, ein sjálvur hevur goldið.

Hesi bæði uppskotini kunnu gera ein veruligan fíggjarligan mun hjá fyritíðarpensjónistum. Eg vil tí arbeiða fyri, at bæði uppskotini verða samtykt skjótast gjørligt, tá løgtingið kemur saman aftur eftir valið. Fyritíðarpensjónistar skulu hava meira at liva fyri – og eina rættvísari skipan.

Eyðgunn Samuelsen 


Mest lisið hesa vikuna

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Rýmdu av býráðsfundi í Havn - og klaga borgarstjóran

Í gjár kl. 08:13

Føroyskur lærari fær virðisløn

18. mars kl. 18:16

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

21. mars kl. 11:34