Ongi úrslit

Fyrireikingarnar til vinnumessuna eru í gongd

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
2. oktober kl. 13:24

Í morgin, fríggjadagin 3. og leygardagin 4. oktober verður ein nýggj vinnumessa hildin við Tjanir. Tað eru yvir 50 føroyskar fyritøkur, sum luttaka, og fyriskiparin, Adam Andreasen vónar, at umleið 10.000 fólk vitja messuna hesi bæði dagarnar.

Messan er ætlað sum eitt savningarstað fyri føroyska vinnulívið og vanliga borgaran. Endamálið er at skapa ein pall, har fyritøkur kunnu vísa fram tænastur og vørur – og samstundis møta fólki andlit til andlit.
Nakað, sum er blivið óvanligt í einum alsamt meira digitalum heimi.

Luttakarnir eru úr ymiskum vinnugreinum, millum annað byggivinna, ídnaður, tænastuvinna, KT og matvøruídnaður. Har verða fyritøkur sum til dømis Bygma, Atlantic Airawys, Føroya tele, Faroe Offshore Service, Demich og Rokoko.

Fyriskiparin Adam Andreasen sigur, at arbeiðið at seta messuna saman hevur verið stórt, men at alt higartil er gingið uppá stás og tey eru frammfyri tíðarætlanini. 

Tiltakið er væl skipað við prentaðum básveggjum, el-innleggingum og barnavinklaðum øki, har børn kunnu spæla og fáa undirhald. Talan er sostatt um eina vinnumessu, sum vendir sær bæði til vinnuna og til privatfólk.

Tað er útselt av básum, og talan er um fyrstu vinnumessu av hesum slag í nógv ár. Ein líknandi messa var fyriskipa fyri meira enn 15 árum síðani, har umleið 6.000 fólk vitjaðu.

Vinnumessan er opin fríggjadagin og leygardagin frá kl. 10.00 til 20.00
Meira kunning er at finna á heimasíðuni vinnumessan.fo og á Facebook-síðuni hjá Vinnublaðnum.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Ikki føroyskar gentur

18 tímar síðan

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

8 tímar síðan

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20