Ongi úrslit

Fýra mánaðir í fongsul fyri stórar mongdir av barnaporno

Fríkendur fyri partin um barnakynsdukku

© Mads Claus Rasmussen, Ritzau Scanpix
Jóhanna Højgaard
2. sepember 2025 kl. 18:25

Dómurin er sagdur: Henrik Sass Larsen fer í fongsul.

Mánadagin endaði býarrætturin í Keypmannahavn sakarmálið móti Henrik Sass Larsen, sum varð skuldsettur fyri at hava stórar mongdir av kynsligum ágangstilfari móti børnum og eina ólógliga barnakynsdukku.

Henrik Sass Larsen er dømdur fýra mánaðar fongsulsrevsing. Tað avgjørdi ein samd dómsnevnd mánadagin í býarrættinum í Keypmannahavn.

Tað fyrrverandi ráðharrin og topp-politikarin í Socialdemokraterne er dømdur fyri, er at hava ólógligt mynda- og videotilfar av kynsligum ágangi móti børnum.

Fýra mánaðir í fongsli varð minsta revsingin, sum ákæruvaldið søkti um.

Henrik Sass Larsen varð eisini ákærdur fyri at hava havt eina barnadukku, sum ákæruvaldið helt vera bygd til kynsligt endamál.

Men rætturin kom fram til, at ikki nóg nógv prógv vóru løgd fram fyri pástandinum um dukkuna.

Politistarnir sum vóru heima hjá Henrik tá hann var ákærdur, toku mynd av úrlætnu dukkuni í vaskitoys-kurvini hjá honum, men tóku ikki dukkuna við sær sum bevís.

Dukkan er ikki at finna í dag, og tí var Henrik Sass Larsen frídømdur fyri tann partin av ákæruritinum.

Forsætisráðharrin Mette Frederiksen, vildi ikki úttala seg um málið, tá hon bleiv spurd fyri nøkrum mánaðum síðani.

Men hon segði seg tá vera skelkaða, eins og øll onnur á Christiansborg.

Enn er ikki komin nøkur almen reaktión frá henni um dómin.

Mynd: Ólafur Steinar Gestsson, Scanpix

Ráðharri ákærdur og

Sass Larsen í býarrættinum

Mest lisið hesa vikuna

Hetta hevði Eyðdis ikki roknað við

11. januar kl. 20:36

Landsstýrið avmarkar nú møguleikarnar at leiga út til ferðafólk

13. januar kl. 12:25

Hann væntar at løgtingsval verður um einar tveir mánaðir

12. januar kl. 11:08

Sendimaðurin við til nýggjárskur

10. januar kl. 19:11

Tann dømda er úr Klaksvík

13. januar kl. 00:50

Myndir: Lív í umborð

Í gjár kl. 19:20