Ongi úrslit

Henrik Sass Larsen í býarrættinum

Hann er eisini ákærdur fyri at hava havt eina kynsdukku, sum líktist einum barni

© BT
Jóhanna Højgaard
21. august kl. 12:56

Fleiri enn 6.000 myndir og yvir 2.000 videofílur við kynsligum ágangstilfari, sum fevna um børn.

Hetta er m.a. tað, sum fyrrverandi sosialdemokratiski ráðharrin, Henrik Sass Larsen, er ákærdur fyri at eiga.

Hann er eisini ákærdur fyri at hava havt eina kynsdukku, sum líktist einum barni, og tað er ólógligt.

Sjálvur avsannar hann allar ákærur móti sær.

Hann forklarar seg við, at hann fekk anonym boð um at hann var at síggja í einum filmi, frá tá hann sjalvur var barn.

I hesum filminum skal hann sjálvur hava verið misnýttur á einari grønari sofu.

Tað førdi til at hann í longri tíð hevur lastað niður og keypt hesa stóru mongdina av barnapornografi, fyri at finna tann filmin av sær sjálvum sum hann anonymt fekk boð um.

hettar ereEitt týdningarmikið boð sum ikki er at finna. Sass sigur sjalvur, at tað er tí nýttir vóru sosialir miðlar, har boð hvørva av sær sjálvum.

Í skrivandi løtu er Sass í býarrættinum í Keypmannahavn, sum taka støðu til hvat vendur upp og niður í hesum málinum.

Eitt vitni, ein politistur, sigur seg ikki ivast í at barnadukkan var gjørd á tann hátt, at hon skuldi brúkast til sex.

Hon lá í vaskikurvini tá politiið kannaði bústaðin hja Sass og teir tóku myndir av henni.

Teknikararnir hjá løgregluni hava ikki funnið nakra leitisøgu, sum kann vátta forklaringina hja Sass.

Tað hevur ikki eydnast løgregluni at finna útav, at Sass hevur leitað leita eftir til dømis 'grønari sofu' á netinum.

Mamman hjá Henrik Sass Larsen hevur ikki havt samband við hann og systrar hansara í 25 ár.

Hon hevur verið frammi í miðlum hesa vikuna, fyri at siga at sonur hennara lýgir.

Rætturin fer møguliga at verða klárur við einari avgerð seinnapartin. Til ber at fylgja málinum her https://nyheder.tv2.dk/live/krimi/2025-08-21-nu-skal-henrik-sass-larsen-i-retten

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Royna av øllum alvi at fáa Smyril aftur í sigling um vikukiftið

6. oktober kl. 11:24

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Sær út til at vera tilætlað svik

6. oktober kl. 17:40

Hanus G. Johansen er farin um sýn

Í gjár kl. 15:20

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

7 tímar síðan