Ongi úrslit

Fyrrverandi danskur ráðharri ákærdur fyri at hava tilfar við kynsligum ágangi móti børnum

Henrik Sass Larsen noktar seg sekan í øllum ákærunum.

Ragnar Sjurðarson
23. mars kl. 16:13

Advokaturin hjá Henrik Sass Larsen váttar, at fyrrverandi sosialdemokratiski ráðharrin er ákærdur í einum sakarmáli, sum liggur fyri.

Tað skrivar verjin, Peter Lundmark Jensen, í tíðindaskrivi, sum júst er sent út.

Advokaturin staðfestir, at rættarfundurin, sum skuldi viðgera málið um navnabann fyri fyrrverandi ráðharran í morgin, er avlýstur.

Úr journalnummarinum í málinum, sum stendur í rættarlistanum, kann ein lesa, at málið snýr seg um at hava tilfar um kynsligan ágang móti børnum.

Henrik Sass Larsen noktar seg sekan í ákærunum móti sær.

Berlingske var fyrsti miðilin, sum bar tíðindini um, at ein fyrrverandi ráðharri varð skuldsettur í einum revsimáli.

Ákæruritið í málinum er ikki handað í løtuni, og tí dugir DR ikki at lesa nágreiniligu ákærurnar móti Henrik Sass Larsen.

Sambært upplýsingunum hjá DR, so eru talan tó um fleiri viðurskifti, eins og heimið hjá Henrik Sass Larsen hevur verið rannsakað fleiri ferðir.

Málið varð reist í skipanunum hjá løgregluni í 2023. Tað sæst í journalnummarinum hjá løgregluni. Fleiri keldur siga tó við DR, at kanningararbeiðið hjá løgregluni byrjaði áðrenn tað.

Í tíðindaskrivinum upplýsir fyrrverandi ráðharrin, at hann aldrin hevur skaðað nakað barn.

- Eg havi ongantíð skaðað eitt barn - og fari ongantíð at gera tað. Míni ørindi hava verið beint øvugt, skrivar Henrik Sass Larsen í tíðindaskrivinum.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

Í gjár kl. 08:30

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

Í gjár kl. 07:47