Ongi úrslit

Fýra bilførarar tiknir - tveir missa kanska koyrikortið

Áki Bertholdsen
22. mai kl. 11:00

Í gjár gjørdi løgreglan nakað burtur úr at kanna ferðsluna. Og í tí sambandi tóku teir tveir bilførarar, sum framvegis høvdu píkadekk undir bilinum, hóast tað nú er ein vika síðani tað ikk longur var loyvt at koyra við píkadekkum.

Tað fáa teir 1.000 krónur í bót fyri í part.

Men verri var hjá tveimum øðrum bilførarum, tí teir fara kanska at missa koyrikortið. Annar varð tikin á Oyggjarvegnum og tá ið hann varð kannaður, vísti tað seg, at hann var ávirkaður av rúsevnum.

Og í norðan fyri varð eisini ein bilførari tikin fyri rúsevnakoyring.

Blóðroynd er tikin av teimum báðum, og revsingin verður so ásett eftir, hvussu ávirkaðir teir vóru.

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

11. desember kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14