Síðani 1996 hevur føroyska flogfelagið, Atlantic Airways verið ein av hollu stuðlunum hjá føroyska fótbóltslandsliðnum. Og nú er greitt, at stuðulsavtalan millum tjóðarflogfelagið og Fótbóltssamband Føroya heldur fram.
Hósdagin skrivaðu Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, og Christian Andreasen, FSF forseti, undir nýggja avtalu, ið ber við sær, at eisini komandi fýra árini verður Atlantic Airways stórstuðul hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Við hesi avtalu ynskja partarnir at styrkja um grundarlagið fyri føroysku fótbóltslandsliðunum, og á henda hátt tryggja støðugt virksemi og menning av landsliðunum.
– Vit hava altíð havt stóran fyrimun av at hava eitt føroyskt flogfelag at samstarva við, sum altíð hevur veitt okkum eina góða tænastu. Tí eru vit sera væl nøgd við, at stuðulsavtalan okkara millum er longd, sigur Christian Andreasen.
Eisini í Atlantic Airways eru tey nøgd við samstarvið, og síggja nógvar fyrimunur í, at tjóðarflogfelagið er partur av føroyskum landsliðsfótbólti.
– Við hesi stuðulsavtalu er Atlantic Airways ein virkin viðleikari hjá Fótbóltssambandi Føroya, og er sostatt eisini við til at stuðla føroyskum fótbólti, sum av álvara er við til at seta Føroyar á heimskortið.
– Atlantic Airways hevur stuðlað FSF øll árini heilt frá byrjan, og tí fegnast vit um, at samstarvið heldur fram. Tað er eyðsæð, at tað hevur stóran týdning fyri menningina av føroyskum fótbólti at sleppa at royna seg í altjóða kappingum uttanlands, og tí gevur tað góða meining fyri okkum sum tjóðarflogfelag, at vera við til at stuðla uppundir júst hesa menning, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.
Hósdagin klokkan 19:45 fer føroyska manslandsliðið á vøllin aftur, tá Armenia kemur á vitjan í Føroyum. Og sunnudagin 13. oktober, somuleiðis klokkan 19:45, taka Føroyar ímóti Lettlandi. Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo, og á atgongumerki.fo. Kostnaðurin er einans 50 krónur fyri børn, og úr 100 krónum fyri vaksin.