Ongi úrslit

Funnu báðar tjóvarnir rættiliga skjótt

Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 09:27

Í gjár varð ringt til løgregluna - tvær ferðir - at boða frá innbroti. Løgreglan sigur, at annað innbrotið var í Gamla bókhandli, men har varð einki stolið.

Hitt innbrotið var á Hotell Tórshavn og har stjólu tjóvarnir eitt sindur av pengum, og eitt sindur av rúsdrekka. Men talan var um smáttarí, sigur løgreglan.

Men løgreglan sigur, at tjóvarnir vóru tiknir upp á vakmyndatól, so tað gekst bæði skjótt og væl at eyðmerkja teir - og eisini at fáa fatur á teimum.

Løgreglan sigur, at talan er um ein mann og eina kvinnu. Kvinnan er leyslatin aftur, men maðurin er settur í varðhald. Tað varð hann tí hann verður førdur fyri rættin í dag við tað, at løgreglan vil hava hann varðhaldsfongslaðan í eina tíð, ímeðan tey kanna málið nærri.

Tey siga, at orsøkin til tað er, at maðurin hevur brotið inn fleiri ferðir áður.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

Í gjár kl. 19:39

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

16 tímar síðan

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

8 tímar síðan