Ongi úrslit

Fundurin gekk væl siga leiðararnir

Emmanuel Macron legði dent á, at evropeiskir leiðarar eisini skulu vera við á komandi fundunum.

© Win McNamee/Getty Images
Jóhanna Højgaard
18. august kl. 23:40

Forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, hevur skrivað eitt uppslag á sosiala miðlinum X, har hon kallar fundin í Hvítu Húsunum í kvøld fyri eina týðandi løtu.

Hetta er eftir at fundurin millum evropeisku leiðararnar Donald Trump og Volodymyr Zelenskyj er av.

- Vit eru her, sum sambandsmenn og vinir, fyri frið í Ukraina og í Evropa, skrivar hon í einum teksti, sum fylgir við "familjumyndini" av evropeisku ríkisleiðarunum, Trump og Zelenskyj, sum varð tikin fyrr um kvøldið.

Teir sjey evropeisku leiðararnir, sum mánakvøldið vóru saman við Trump og Zelensky í Hvítu Húsunum, eru týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz, finski forsetin, Alexander Stubb, franski forsetin, Emmanuel Macron, italski forsætisráðharrin, Giorgia Meloni, bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, umframt forsetin í ES-nevndini, Ursula von der Leyen og Mark Rutte, aðalskrivarin í NATO

- Hetta er ein týðandi løta, nú vit framhaldandi arbeiða við sterkum trygdartrygdum fyri Ukraina og einum varandi, varandi friði, skrivar Von der Leyen.

Donald Trump avbreyt fundin eina løtu fyri at ringja til Vladimir Putin, og sigur at Putin, Zelenskyj og Trump sjálvur fara at møtast skjótt.

Tað upplýsa týsku miðlarnir Bild og Der Spiegel umframt Reuters, sum vísa á ein ónevndan ES-diplomat.

Allir Evropeisku leiðararnir vóru allir væl nøgdir og Emmanuel Macron legði dent á, at evropeiskir leiðarar eisini skulu vera við á komandi fundunum.

-Tá vit tosa um trygdargaranti, so tosa vit um trygdina á øllum evropeiska meginlandinum, segði hann við Trump.

https://dimma.fo/grein/fundur-i-hvitu-husunum-i-kvold

Mest lisið hesa vikuna

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

21. november kl. 07:47

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

21. november kl. 08:30

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Næsta sparingin skal verða at niðurleggja føroyskar sendistovur uttanlands

20. november kl. 09:53