Ongi úrslit

Fundur í Hvítu Húsunum í kvøld

Trump vónar ein trípartafund millum teir tríggjar forsetarnar.

Jóhanna Højgaard
18. august kl. 22:05

Eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur tosað við ukrainska forsetan í, fer hann at tosa við russiska forsetan, Vladimir Putin.

Tað kom fram á tíðindafundinum undan toppfundinum í Hvítu Húsunum í amerikanska høvuðsstaðnum, Washington D.C. í kvøld.

- Eg segði bara við Zelensky, at áðrenn okkara fund tosaði eg við Putin. Og eg havi avtalað við hann, at vit fara at tosa í telefon eftir hendan fundin, sigur Trump.

Trump segði eisini, at hann vónar ein trípartafund millum teir tríggjar forsetarnar.

- Fáa vit ikki tað, heldur harðskapurin fram, sigur amerikanski forsetin.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, er sannførdur um, at tað ber til at skapa frið millum Russland og Ukraina.

- Eg eri bjartskygdur um, at vit saman kunnu fáa eina avtalu, sum kann avbyrgja ágang móti Ukraina, legði Trump út í byrjanini av topfundinum við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj sum hevði sjey evropeiskar leiðarar við sær.

Hann leggur víðari dent á, at trygdargaranti er eitt av týdningarmestu málunum, sum skal fáast greiðu á.

Og hann leggur afturat, at russiski kollegi hansara, Vladimir Putin, í farnu viku eisini góðtók, at trygdargaranti skuldi vera fyri Ukraina sum liður í eini framtíðar friðaravtalu við Ukraina.

Áðrenn fundin har evropeisku leiðararnar sloppu við, høvdu Trump og Zelensky hitst, har teir fingu tosa um mangt og hvat, sambært Trump.

Amerikanski forsetin lýsti fundirnar mánadagin sum sera væl eydnaðir higartil.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

Í gjár kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14