Ongi úrslit

Fullteknað ráðstevna um menning í sjóferðaferðavinnu

Nora
21. oktober kl. 21:33

Týsdagin og mikudagin verður ráðstevna á Hotel Føroyum, sum setur

sjóneykuna á nýskapan og menningarmøguleikar í sjóferðavinnu. Tað eru

NORA (Norrønt Atlantssamstarv) og Visit Faroe Islands, sum í felag skipa fyri

ráðstevnuni.

Evnið tykist hava stóran áhuga í øllum grannalondum okkara, tí umleið ein triðingur av luttakarunum

koma úr hinum Norðurlondunum og eisini úr USA og skotsku oyggjunum. Luttarakararnir á fullteknaðu

ráðstevnuni eru serliga fólk, sum fáast við ferðavinnumenning á ymsan hátt, annaðhvørt sum veitarar,

ferðafyriskiparar ella myndugleiki.

Havið hevur ein ómetaliga stóran týdning í øllum økinum í Norðurhøvum – landafrøðiliga, búskaparliga

og mentanarliga. Tó speglast hetta ikki aftur í útboðnum av ferðavinnuupplivingum kring

Norðuratlantshavið, ið ofta eru avmarkaði til fiskitúrar og aðrar siðbundnar upplivingar, tí seta

fyrireikarnir fokus á nýskapan og menning í maritima partinum av ferðavinnuni.

Á ráðstevnuni verður spurt: Hvussu kunnu vit menna fleiri nýskapandi og burðardyggar upplivingar á

sjónum ella við tilknýti til sjógvin? Og hvussu tryggja vit, at hesar eru burðardyggar og skapa langtíðar

virði fyri samfelagið? Hetta fara norðurlendskir og altjóða serfrøðingar innan økið at umrøða á

ráðstevnuni “An Ocean of Opportunities” sum NORA og Visit Faroe Islands skipa fyri í Havn 21. og 22.

oktober í ár.

Millum høvuðsrøðarnar á ráðstevnuni eru Laura Storm, ið er serfrøðingur í at vegleiða og stuðla

leiðarum og fyritøkum at leggja um til regenerativar mannagongdir, og Cillian Murphy, sum hevur staðið

fyri ferðavinnumenningini á Loop Head hálvoynni í Írlandi, ið arbeiddi við at kjølfesta loysnirnar í

lokalsamfelagnum.

Eisini vera framløgur sum umrøða, hvussu vit kunnu tryggja at ferðavinnan tekur neyðug náttúrufyrilit, og

hvussu hon kann vera við til at menna vinnuna og økið, har hon tekur seg upp. Umboð frá Azorunum

greiða frá, hvussu ferðavinnan hevur verið við til at verja náttúru- og mentanararvin í havinum, og

Rasmus Johnsen úr Danmark fer at greiða frá, hvussu økið kring Thy er broytt frá at vera fiskivinnustaður

í afturgongd, til eitt altjóða viðurkent surfarastað, sum ungar familjur flyta til. Jaclyn Robidoux úr Maine í

USA fer at greiða frá hvussu Maine Oyster Trail; sum er ein altjóða viðurkend verkætlan, ið megnar at

samantvinna burðardygga alivinnu og ferðavinnu.

Á ráðstevnuni verða eisini ein røð av styttri framløgum, har veitarar úr øllum Norðanlondunum greiða

frá, hvussu tey ítøkiliga arbeiða við nýskapandi ferðavinnutilboðum, úr Føroyum vera tað Havdypp og

boat.fo sum fara at greiða frá hvussu tey hava met sítt egna sjóferðavinnutilboð í Føroyum

120 gestir vera á ráðstevnuni, sum verður á Hotel Føroyum í morgin og mikudagin.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39