Ongi úrslit

Full semja í Løgtinginum at gera Eirargarð til lestrarbústaðir

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
11. sepember kl. 12:32

Fyri løtu síðani samtykti løgtingið uppskotið um at gera skrivstovurnar á Eirargarði 2 um til lestrar- og ungdómsbústaðir við aðru viðgerð. Uppskotið hjá Margit Stórá, landsstýriskvinnu, varð einmælt samtykt.

 

Talan er um verkætlan, sum snýr seg um at gera millum 43 og 55 lestrar- og ungdómsbústaðir í niðasta blokkinum á Eirargarði.

 

Bygningurin er væl egnaður til ungdómsbústaðir og hevur harafturat góða staðseting í mun til lestrarumhvørvi og annað virksemi í býnum. Bygningurin hevur áður verið nýttur sum bústaðir hjá sjúkrarøktarfrøðislesandi.

 

Tað verður almenna felagið Bústaðir, sum fremur ætlanina, og í hesum sambandi skal  Bústaðir eftir ætlan hava ræðið yvir Eirargarð 2 í óavmarkaða  tíð. 

 

Triðja viðgerð av málinum verður 25. september.

Mest lisið hesa vikuna

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

21. november kl. 07:47

Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at leggja avgjald á tóm hús

Í gjár kl. 11:00

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

21. november kl. 08:30

Grindedrabet som ingen lagde mærke til… indtil nu

25. november kl. 12:30

Fekk ljótar viðmerkingar um sína útsjónd

25. november kl. 21:40

Nú verður Suðuroyartunnilin aftur lagdur fyri Løgtingið - við broyttari vegaføring

25. november kl. 08:42